Forsangari breyt beinið undir framførslu

Forsangari breyt beinið undir framførslu
Forsangarin í Foo Fighters, Dave Grohl, datt av pallinum í gjár, tá bólkurin framførdi í Göteborg. Tó bleiv konsertin ikki avlýst
13.06.2015 - 13:15

Tað bleiv ein heldur øðrvísi konsert  í Göteborg í gjár, tá forsangarin í Foo Fighters datt av pallinum og breyt beinið, stutt eftir konsertin var byrjað. 

 

"Øhm, eg haldi, at eg havi brotið beini," hoyrdu áskoðararnir knappliga Grohl siga í mikrofonina. Síðani sóu tey á stórskíggjunum, at forsangarin lá á eini børu.

 

"Eg noyðist at fara á sjúkrahúsið at orna beinið, men eg komi aftur!" segði sangarin og legði aftrat "Eg lovi tykkum, at Foo Fighters koma aftur og spæla konsertina liðna!"

 

 

 

Kløkkir áskoðarar fylgja við, meðan Grohl verður borin avstað við børu.

 

Ein tíma seinni var Grohl aftur á pallinum við gipsi og krúkkum og var klárur at framføra. Konsertin helt áfram í tveir tímar aftrat, meðan Grohl framførdi sitandi í einum stóli, og ein lækni stuðlaði beininum.

 

Bólkurin legði seinni røntgenmyndina av beinbrotinum út á twitter saman við orðunum: "Takk fyri Göteborg, hatta var fantastiskt."

 

 

 

 

Foo Fighters skulu spæla fleiri konsertir í Europa komandi vikurnar, og enn bendir einki á, at konserferðin verður avlýst.


Niðan fyri sært tú filmsbrot av konsertini, har Grohl greiðir frá, at hann hevur brotið beinið, og har hann seinni verður borin inn aftur á pallin eftir at hava fingið gips um beinið.



 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.