10.000 hundar verða etnir á festivali í Kina

10.000 hundar verða etnir á festivali í Kina
Kendasti og mest útskeldaði kjøtfestivalurin í Kina er byrjaður
22.06.2015 - 13:00

Í kinesiska býnum Yulin eru flest allir hundar í bandi hesar dagar, og eingin torir at lata hundin hjá sær ganga einsamallan úti. Hundarnir verða nevniliga stolnir av hundahandlarum, sum selja hundarnar víðari til hundafestivalin, sum er í hesum døgum, skrivar DR.

 

Umleið 10.000 hundar kunnu síggja fram til ein deyða, antin á grillini ella í eini stórari grýtu saman við fleiri øðrum doyggjandi hundum. Og har eru alskyns hundar. Tú kanst velja tær ein stóran ella ein pinkalítlan, ein Golden Retriever ella ein tibetanskan mastiff.

 

Hundavinir rasandi

Hetta hevur øst fleiri hundavinir, ímillum teirra er hundaaktivisturin Du Yuefang, sum sigur:

 

- Ein hundur er menniskjans vinur. Hann ansar eftir okkum og skal ikki etast. Hesin festivalurin snýr seg bara um at fáa vinning.

 

Hon leggur eisini aftrat, at fleiri av hundunum eru vandamiklir at eta, tí teir hava vandamiklar sjúkur.

 

Men sjálvt um fleiri eru ímóti festivalinum, so halda kinesarar fast í sínum siðvenjum.

 

- Hetta er okkara siðvenja, og hundakjøt smakkar væl. Eg dugi slett ikki at síggja nakran mun á hesum festivalum og á øðrum, sigur 23 ára gamli Zhou.

 

Festivalurin byrjaði í gjár og varar í eina viku; so tú nært enn at fara ein túr til Yulin at eta hund – ella at mótmæla.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.