ES- forsetin Donald Tusk og griski forsetismálaráharrin Alexis Tsipras
Avtala komin í lag í Grikkalandi
Eftir ein 17 tímar langan maratontopfund millum ES londini váttar ES-forsetin í morgun á Twitter, at avtala er komin í lag við Grikkaland
13.07.2015 - 11:45

Kreppan í Grikkalandi er ikki nakað, sum bráddliga er komið. Í fleiri ártíggju hevur lítið skil verið í grikska búskapinum. Bæði tær borgarligu eins og tær sosialistisku stjórnirnar hava bara lánt staðið til. Teir hava latið stórar peningaupphæddir frá ES uttan at gera nakað við tey viðurskiftini, sum hava elvt til kreppuna. Á síðsta vali valdu grikkar tann rættiliga ókenda Alexis Tsipras til forseta, tí hann lovaði at fáa skil á, uttan at tað skuldi raka tann vanliga grikkan ov hart. Hóast hann við nýggju avtaluni skal ganga undir hørð krøv frá ES um m.a. privatiseringar og nýskipanir á ymsum økjum, so tykist hann hava griska fólkið við sær.

 

 

Hørð krøv í nýggjari avtalu

Í nýggju avtaluni, sum bleiv kunngjørd í morgun, verður kravt av Grikkalandi, at tey longu týsdagin ella mikudagin góðkenna avtaluna í lóggávutinginum og taka fyrsta stig til at seta fleiri partar í verk. Eftir hetta skulu fíggjarmálaráðharrarnir í ES meta, um gerðirnar eru nøktandi, og síðani skal tað góðkennast í stjórnini í hinum limalondunum. Tað er fyrst eftir hetta, at drúgvu samráðingarnar um trý-ára lánipakkan byrja.

 

Tað er gjørdur ein serligur grunnur í Grikkalandi við virðum av umleið 50 milliardum evrum, sum skal hjálpa teimum griksku bankunum at gjalda skuldina og gera íløgur í Grikkalandi. Eisini inniheldur avtalan eina langa rekkju av reformkrøvum harímillum arbeiðsmarknaðarnýskipan, liberalisering av el-økinum, forleinging av upplatingartíðum og ymisk krøv á eftirlønarøkinum.

 

 

Kelda: Dr.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.