Gestamiksið: Martin Falkenberg miksar Marius Ziska

Gestamiksið: Martin Falkenberg miksar Marius Ziska
Gestamiksið, sum Martin Falkenberg er komin við hesa ferð, er 100% føroyskt
13.07.2015 - 12:00

Martin Falkenberg hevur júst lagt út eitt nýtt remiks, hesa ferð av einum sangi hjá Mariusi Ziska. Martin fekk hug til at gera eitt remiks av einum føroyingi og sat tí og lurtaði ígjøgnum eina rúgvu av føroyskum tónleiki. Tá hann hoyrdi lagið, Going Home, sum er á nýggju fløguni hjá Mariusi Ziska, so visti hann, at hetta var júst tað lagið, sum skuldi remiksast. 

 

Les eisini: Gestamiksið: Martin Falkenberg - Keeping it Tropical

 

Martin hevur altíð dámað væl røddina hjá Mariusi og heldur, at hon passar perfekt til tropisku house rútmurnar, sum hava sett sín dám á miksið.

 

Martin vónar at raka ein stóran málbólk, av tí at hetta ikki er nakað vilt remiks, men avslappandi og hugnaligur tónleikur. Hoyr nýggja miksið niðanfyri.

 

 

Eisini ber til at heinta lagið ókeypis við at trýsta á lítla innkeypsvognin í høgra horni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.