Frásøgn: Opera í einum fjósi á G!

Frásøgn: Opera í einum fjósi á G!
Jú, tú hoyrdi rætt. Men Jesus bleiv føddur í einum fjósi, so hví ikki hava eina operu, sum fyri summi kanska tykist heilag, í einum fjósi?
16.07.2015 - 21:15

- Halló øll børn í Føroyum!
 

Herfinnur Árnafjall, operasangari, brýtur ísin, eftir at konsertin er seinkað 15 minuttir. 

- Hetta verður altso tað mest rock n' roll í nógv ár. Ja, eg skuldi hava ein organist við mær, men hetta eru bara Føroyar, og organisturin er ikki her. Eg printaði mær akkordirnar fyri 40 minuttum síðani. Eg mátti líka læra meg nakrar gittarakkordir til sangirnar. Jaja, hetta verður forkunnugt.

 

Konsertin er seinkað nakað, tí Herfinnur mátti printa sær gittarakkordir út. Fyriskiparin í Fjósinum bjóðar Herfinni vælkomnum, men hann peikar bara á pappírini uttan at siga eitt orð. Hetta merkir heilt greitt, at hann fyrst má hola pappírini og seta tey í raðfylgju. Herfinnur tekur tað púra easy, og publikum má bara bíða í tolni. 

 

 

Í fjósinum eru kirkjustólar, ein plattur vinstrumegin, sum næstan sær út sum ein prædikustólur og ein lítil pallur, ið kanska minnir um eitt altar. Her luktar av fjósi. Onkur heldur fyri nøsina, summi fara út aftur, men tey flestu verða sitandi. Hetta er kul, men eisini spesielt.

 

Uha, hugsi eg, ein opera í einum fjósi á G!, har operasangarin brádliga skal spæla gittar og syngja. Djarvt!

 

Publikum og ikki minst ljóðtøknikarin virka nervøs, men hetta tykist ikki at rína við hjá sjálvum operasangaranum. Hann koyrir ljóðprøva. Tað ljóðar ikki so væl, og publikum situr við einum klumpi í hálsinum.

 

Men klumpurin í hálsinum hvørvur tó skjótt. Tann fyrsti sangurin tekur øll á bóli. Ongin hevði ordiliga væntað nakað. 

 

 

- Tað er nokkso tilvildarligt, at allir sangirnir eru so friðarligir, sigur Herfinnur, áðrenn hann trívur í næsta sang.

 

Tað ger kanska onki, tí bassurin frá bæði spæliplássinum og sandinum hoyrist líka niðan í Fjósið. "Dum dum dum" og "O sole mio" koyra síð um síð. Tað er kul, men avgjørt eisini øðrvísi.

 

 

Ein tann seinasti sangurin er kenda lagið 'kom og dansa', sum vit altíð syngja á midnáttarsanginum á ólavsøku. Mangur kossur man hava verið givin undir júst hesum sangi, og tað er onki undantak í dag. Tey ungu, sum sita í sofunum aftast í fjósinum, hava tað serliga romantiskt hesa løtuna.

 

 

Poppurin og bassurin koyrir aftur við fullum drøni í bakgrundini, tá Herfinnur trívur í seinasta lagið.

 

- Ja, hetta var so tað, eg náddi at venja á gittar upp á so stutta tíð. Nú fari eg at hoppa í heitu pottarnar. Góðan festival.

 

Wauw! Ein feit operakonsert. Havi altíð ímyndað mær, at ein operakonsert skal vera í einum stórum operahúsum við reyðum leypara, reyðum gardinum og fínum floyalstólum við gullrond. Men ein operakonsert í einum fjósi við dundrandi bassi í bakgrundini er eisini kul.

 

 

Í morgin, fríggjadagin, hevur Herfinnur aftur tvær konsertir í Fjósinum. Hetta eru barnakonsertir, sum Jákup Veyhe og Herfinnur Árnafjall hava.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.