Humans of G!

Humans of G!
Vit hava tosað við festivalgestirnar fyri at vita, hvat teir hava upp á hjartað
17.07.2015 - 20:00

Billa, 23

- Eg hati allergi.

 

 

 

Guðrun, 24

 

- Finn meg seinni.

 

 

Karl Andrias, 23

- Eg og systkinabarnið hjá mær búgva har í Søldarfirðið. Meðan eg geri mat - morgunmat - so rennur systkinabarnið hjá mær knappliga bara skríggjandi inn, tí hann heldur, at hann hevur sæð eitt spøkilsi í gongini. Hann gongur líkasum bara vanligt í gongini og chillar og sær eina konu har, sum stendur og hyggur eftir honum. So kemur hann bara skríggjandi inn í køkin, men tað var bara ein gomul kona, sum skuldi heilsa upp á ommu mína og líkasum vita, um hon var heima.

 

 

 

 

Helgi, 21

 

- Tað er fokking langt úti, at mann kann fáa kaffi og mjólk, men ikki sex afturvið. Hvør drekkur kaffi uttan sex?

 

 

 

Durita, 23

 -Eg havi sæð nakrar heilt forbanna strammar speedos.

 

 

 

Hergeir, 22

 

 - Hetta er mega goth, hetta her.

 

 

Sunneva, 30

 

- Eg hevði viljað, at mann kundi gjørt sovorit oftari; bara at melda seg úr samfelagnum upp á hendan mátan. Eingi krøv, eingin skipan, men fitt fólk og løtur uttan endamál, sum bara hava virði.

 

 

Systir Torbena, 30+

- Tað, sum eg nú, eftir 47 ár í kleystri, havi upplivað og erfarað, er tað, at mann angrar meira tær gerðir, ið mann ikki ger, enn tær mann ger. Tær mann ikki hevur gjørt - og aftaná gongur og hugsar um, hvat kundi verið -  eru tær, mann angrar mest.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.