Ein G! jomfrúgv úr Týsklandi

20 ára gamla Ann-Christin úr Týsklandi
Ein G! jomfrúgv úr Týsklandi
- Eg havi ongantíð áður lurtað eftir einari fløgu, sum hevur veruliga fangað meg í fýra mánaðir
18.07.2015 - 21:15

Ann-Christin Bloch, 20 ár, Týskland

Hvussu ofta hevur tú verið á G! ?

- Hetta er fyrstu ferð, eg eri á G!

 

Hvat er grundin til, at tú ert komin til Føroya og á G! ?

- Okay, eg fari at fortelja eina rættiliga løgna søgu nú. Eg lurtaði eftir einari fløgu hjá Høgna Reistrup. Eg havi ongantíð áður lurtað eftir einari fløgu, sum hevur veruliga fangað meg í fýra mánaðir. Eg lurtaði eftir hesari fløguni og helt, at hon var mega kul, og so uppdagaði eg Tutl og føroyskan tónleik yvirhøvur.

 

Hvat er tað besta og tað vánaligasta við G! ?

- Fyri meg er G! Festivalurin líkasum hæddarpunktið av øllum føroyskum tónleiki. Og eitt, sum er serliga feitt við G!, er, at allir tónleikararnir hjálpa hvørjum øðrum á pallinum. Og so ljósið – mann dansar inntil tað verður ljóst aftur!

 

- Tað vánaligasta er, at tað er so kalt. Og so grilla tey ikki á tjaldingarøkinum, er tað ikki loyvt? Tað er líkasum tað besta við tjalding.

 

Hvørji góð ráð hevur tú til aðrar festivalgestir?

- Hoppa á sjógv, eg havi ikki gjørt tað, og eg angri tað alvorliga! Annars var mítt hæddarpunkt á G! uttan iva hatta lítla húsið, har tey hava breyð, syngja og dansa. Akkurát tað, sum mann ímyndar sær, er føroyskt. So hang út har og finn útav hvat hendir. Hesi bæði tingini eru tað, sum ger G! Festivalin øðrvísi frá øðrum festivalum.

 

- Eitt annað serligt ting er, at tónleikurin er so ymiskur. Mann skal heilt sikkurt fara til konsertir, sum mann ikki hevur ætlað, tí mann finnur heilt sikkurt okkurt kul.

 

Hevði tú nakrar væntanir til festivalin?

- Eg var rættiliga nervøs um festivalin, tí eg eri ikki von við hetta veðrið. Hetta er fyrstu ferð eg tjaldi í hesum veðurlagnum. Eg haldi, at tjaldingin er helvtina av festivalinum. Fyri meg er ein festivalur uttan tjalding ikki ein festivalur. So eg var sera spent at síggja, hvussu tað fór at verða.

 

- Men tónleikurin hevur uttan iva livað upp til mínar væntanir. Men tað er øðrvísi fyri meg, tí vanliga er persónurin á pallinum ein hetja, men nú kenni eg tónleikararnar frammanundan og havi møtt teimum persónliga, so eg hugsi bara, at tey eru faktiskt púra vanlig fólk.

 

Hvussu er maturin á G! ?

- Maturin er ikki góður, tað má eg siga. Keyp tín egna mat við, tí tað smakkar altso ikki væl.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.