Láturligur látur

Ger ein láturdrink
Láturligur látur
Kunstigur látur bleiv til natúrligan látur á spæliplássinum
18.07.2015 - 16:45

Látur er balsam fyri sálina, óansæð hvussu hann byrjar. Vivian Sjóðklett setur láturin hjá fólki í gongd á ymsan hátt. Tú skalt heilsa upp á síðumannin, persónin aftan fyri teg og hin síðumannin, óansaæð um tú kennir tey ella ikki. Tú skalt onki siga - bara flenna.

 

Hjá fleiri kemur eitt "awkward silence", men tað eru eisini fleiri, sum ikki fáa afturhald á látrinum. Tað er akkurát meiningin.

 

Fremst standa børnini og flenna við, meðan tey vaksnu halda seg eitt sindur í bakrundini, vóna tey sleppa undan at luttaka, men gera tað kortini diskret.

 

 

Elin og Birna

- Vilt tu hava sangin við eisini? "Hoho haha hihi," og so var tað okkurt enskt aftrat.

 

Tær báðar smílandi konurnar hava sanniliga fingið okkurt við frá lárinum á spæliplássinum.

 

- Jú, dagurin er blivin stuttligari. Og hav ein stuttliggan dag haha, siga tær at enda.

 

Beinta og Arngrímur

- Hetta er ordiliga láturligt, men stuttligt, um mann fylgir við.

- Altso, er hetta seriøst?

- Ja, tað er!

- í øllum førum er arbeiðsdagurin blivin eitt sindur stuttligari, leggja tey aftrat. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.