- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst til at søkja um upptøku á løgtingsvallistan
Á ólavsøku skrivaði løgmaður út nýval, sum verður 1. september 2015. Ert tú lesandi uttanlands, so mást tú søkja um at sleppa á løgtingsvallistan. Skjalið finnur tú her.
Les eisini: Val útskrivað til 1. september
Tað er neyðugt at søkja tríggjar vikur áðrenn valið verður, og er freistin sostatt 10. august 2015. Ert tú í Føroyum, so kanst tú fara inn á kommunukontórið, har tú seinast hevði skrásettan bústað. Tú skalt útfylla skjalið, og lestrarkortið kann nýtast sum lestrarváttan. Ert tú uttanlands, so mást tú útfylla umsóknarblaðið og taka eina mynd av eini lestrarváttan. Hetta skal sendast kommununi, har tú seinast hevði bústað.
Gev gætur: tú fært ikki nakað valkort sendandi. Spyr tí um kommunan kann senda tær eina váttan, tá alt er komið í rætt lag.
Les eisini: Tí skalt tú fara á val
Til løgtingsvalið í 2011 vóru tvífalt so nógv lesandi, sum skrásettu seg. Tað vóru kortini einans 40% av teimum lesandi.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |