Byrta birti ikki

Byrta birti ikki
Vánaligt ljóð, ein anonym rødd og bara eitt okay beat – Byrta bergtók ikki á Summarfestivalinum
07.08.2015 - 21:15

Eitt hálvfult ella hálvtómt tjald. Tað er vátt uttanfyri, tað er kvalið í tjaldinum, og Lukas Graham hevur júst givið okkum eitt brak av eini konsert.

 

Ja, tað er ikki júst viðvindur, Byrta hevur frá byrjanini av.

 

Vánaligt ljóð

Eg sigi akkurát, sum er: Ljóðið í tjaldinum í gjárkvøldið um tólv tíðina var vánaligt. Hátalaraýl, mikrofonmutl og heimleysar taktir, sum ov sjáldan hittust. Ja, eg eri eingin tónleikari, men tað skuldi bara eitt hálvt, vanligt oyra til at hoyra, at Byrta ikki hevði sína bestu framførslu í gjárkvøldið.

 

Serliga byrjanin var vánalig. Tónleikararnir vóru fjarðir, villurnar fleiri enn vanligt, og fólkið varð ikki fangað.

 

Hr. Rasmussen stóð, sum siður er, veipandi, hoppandi og rópandi fyri at fáa fólkið við sær. Men leingi – alt ov leingi – stóðu tey flestu hálvt lurtandi, tosandi við síðumannin og bíðandi. Bíðandi.

 

Eingin vakurleikavatnflóð frá Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir skaraði heldur ikki framúr. Ikki tí, hon syngur væl, tað ger hon, men røddin í gjárkvøldið var heldur nasal, mutlutt og anonym.

Men maskan, hon hevði á, var kul. Tað er eitt ella annað við maskum.

 

Og ja, hon sær altíð kul út, men ljóðini frá pallinum vóru sum heild tunn, spísk og fløt, sum yvirdoyvdu kulnessið, ið var til staðar. Og størsti parturin av konsertini var beinleiðis keðiligur. Ov fáar kenslur og ov nógv kiks.

 

Endin bjargaði (eitt sindur)

Aftaná nøkur løg byrjaðu tey bæði saman við tjaldinum at finna stevið. Ljóðið, røddin og taktirnar savnaðust, og tey seinastu løgini vóru heilt okay. Men okay, tey løgini vóru Minnist tú, Loyndarmál og Norðlýsið, ið eisini eru tey kendastu. So heldur ikki tað tók áhoyraran á bóli.

 

Men fjøldin byrjaði so smátt at vaksa, hoppa og rópa í takt, í takt við at endin nærkaðist. Men eg fann ongantíð útav, um tað var tí, at Byrta byrjaði at birta tá, ella um tað var brúnliga ølin, ið byrjaði at birta.

 

So hvat kunnu vit siga: ein undir miðal konsert við einum fínum, tó forútsigiligum enda. Ein lunkað Guðrið, ein lunkaður Janus og tvær ovur frískar dansigentur, sum mann ivaleyst skal kalla kór.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.