Tá klaksvíkingar og Christiania hittast

Tá klaksvíkingar og Christiania hittast
Lukas Graham var ein frálík, ríkisfelagsskaparlig hybrid
07.08.2015 - 13:15

Tað ljóðar væl. Fólk eru glað. Summi hoppa, onnur dansa, fleiri drekka.

Hann syngur kendar sangir, og fólkið skrálar við.

 

Og har standa vit í sjálvum diamantinum í Klaksvík, sum bara skínur eina ferð um árið.

Alt rørist, og løtan gerst hybridisk upp á allar mátar.

 

Har stendur ein nasalur dani uppi á pallinum framman fyri túsundavís av lágum norðoyingum. Sjálvur er mr. Graham í stuttbuksum, keppi og eini heitari føroyskari troyggju, sum bæði vermir hansara komandi nakna yvirkropp og um tey føroysku sjálvhátíðarligu hjørtuni.

 

Hann syngur væl, vit skrála. Hann diskar upp við christiania-jokes, vit flenna mutlandi við eini hálvari øl í hondini. Hann er kul, vit øll eru meira ella minni vanlig. Hann letur seg úr, vit pakka okkum longur inn.

 

Myrkt, kalt og vátt, men sjálv senan sær út sum Jesu afturkoma. Blátt og hvítt (sjálvandi), lilla, grønt, reytt og gult. Alt lýsir og ljómar. Dunkandi og larmandi, sveimandi og surrandi.

 Ja, løtan brakar, brestur og brotnar, og áðrenn vit vita av, eru vit eitt. Tann framligi, roykjandi og vakurtsyngjandi danin og so vit, vanligheitin sjálv, føroyingurin í Klaksvík, sum roynir at halda taktina, roynir at syngja við og roynir at njóta løtuna. Tí tað má mann.

 

Sjálvt um Lukas er hipstaraligur upp á nógvar mátar, og sjálvt um hipstarar eru sum Holger á Summerfestivalinum, ja, so er tað tað popputa, stuttliga og sjarmerandi, sum savnar Vágsbø, har klaksvíkingar og Christiania hittast.

 

Hygg eisini at fleiri myndum frá Lukas Graham konsertini her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.