Klumman: Har vanligheitin eingi mørk hevur

Klumman: Har vanligheitin eingi mørk hevur
Ein ovur homogenur skari, ja, tað er eitt sindur sum at ganga í asiatiskum londum
09.08.2015 - 19:15

Eg skal ikki lúgva meg frá tí, tað er fyrstu ferð eg eri á Summarfestival. Eg veit ikki ordiliga, hvat eg væntaði mær, men eg hevði í øllum førum ikki væntað so nógv børn, so nógv foreldur og so nógv púra vanlig fólk.

 

 

Frek kaninoyru

Komin inn um inngongdina, og børn eru allastaðni. Økið er sum ein vælvaksin frítíðarskúli. Men ein frítíðarskúli, sum eg gjarna hevði viljað gingið í sum barn (Gundadalur kann fara heim at leggja seg).

Tey veipa, rópa og reika. Tey smáu renna runt og eta litrík bomm. Tey vaksnu børnini mala runt við blinkandi hornum og frekkum kaninoyrum. Hvat man ein sovorðin hárboyli við hornum á kosta?

 

Og børn og vaksin sutta, sleikja og svølgja glaserað súreplir, sum um tað var jól. Men okay, vit eru jú í Klaksvík.

Her er eitt øgiligt skil. Kulnessglansurin frá G! festivalinum er bránaður, og eftir stendur ein ovur homogenur skari, ja, tað er eitt sindur sum at ganga í asiatiskum londum.

 

 

Ein fjøldalig fjøld

Vit fara oman á Vágsbø, tí Lukas skal spæla hvørja løtu. Eg hyggi rundan um meg fyri at kanna, hvørjar typur eru á festivalinum.

 

Hampiligheitsfaktorurin er í topp. Ballerina gentur við konfirmatiónskrúllum og eini silvur hálsketu, har navnið stendur við skráskrift. Og ungir menn við anonymum jakkum og hond í lumma. Dansandi ungdómar uttan seksuellar undir- ella yvirtónar. Og vaksnar kvinnur í fiksum, sprøkluttum troyggjum og við einum manni, ið gongur tvey fet aftanfyri.

Somu kvinnurnar anda eisini inn, ímeðan tær tosa.

 

Eg hyggi rundan um meg, leitandi eftir tí, sum er eitt pinkalítið sindur øðrvísi, ja, eg royni at fáa eyguni á ein hipstara ella tí, sum líkist. Men tað er opinberliga sum við Holger, ikki altíð so lættur at fáa eyguni á beinanvegin. Kanska eru teir ikki komnir enn. Kanska eru teir ikki her. Ella hava teir latið seg úr eyðmerkta haminum og tikið vanligheitina uppá.

 

Her eru eisini púra vanlig pør, sum saman við øllum hinum totalt blenda inn í heildina. Ja, øll hyggja upp uppá hendan undrandi, tó róliga mátan. Tey eru sum tikin burtur úr eini fjøldalýsing hjá William Heinsen.

 

 

Óendaligi hálvmánin

Sjálvt skapið á summarfestivaløkinum sokkar – tað er sum ein hálvmáni, akkurát sum Klaksvíkin sjálv. Og í hesum hálvmánanum ganga fólk – alt ov nógv fólk – aftur og fram uttan nakra byrjan og uttan nakran enda. Frá Vágsbøi yvir til Torgið og yvir í Tjaldið. Eg skilji slett ikki, hví mann hevur valt at kalla pallin Torgið, tað er einki torgaligt yvir tí.

 

Og har ganga vit, og har ganga øll hini. Vanligheitin sjálv. Eingin hevur ein stuttligan jakka, eina snediga attitudu, eina sprutlandi útstráling, farligheitir ímillum fingrarnar ella ein ovur stóran pels. Eingin.

 

Tað er sum 10.000 gráligir mánar, ið hava eitt gongulag, sum mann ikki gevur sær far um, eitt ljóð mann næstan ikki hoyrir og í næstan einki sigandi hamum.

 

Men hinvegin er hetta ein lætti. Tí hví ólukkan skulu vit ganga runt og spæla so forbanka spesiel? Vit eru øll vanlig. Munurin er bara, at summi viðurkenna, at tey eru vanlig, ímeðan onnur ganga runt alt teirra lív og halda seg vera nakað meira, nakað eingin ordiliga skilur, ein kompleks vera av eini aðrari verð.

Tað sigur ivaleyst meira um tey enn um kompleksitet í heila tikið.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.