Vomit Nation: Tað er ikki tónleikur, sum vit kenna hann

Vomit Nation: Tað er ikki tónleikur, sum vit kenna hann
Óli Jákup og Hugin úr Vomit Nation greiða frá, hvat noise hevur at siga fyri teir, og hví teir spæla tað
14.08.2015 - 18:00

Tónlistaliga fyribrigdið ‘noise' byrjar at taka seg meira og meira fram innan føroyskan tónleik, men enn eru nokk fleiri, ið standa sum spurnartekin, tá tey hoyra óljóðini.

 

Vomit Nation er ein av teimum fáu bólkunum í føroyum, sum einans spæla noise. Røddin hevur prátað við tveir av limunum, Hugin Brend Bech og Óla Jákup Muller, fyri at fáa meira innlit, hvat noise er og ikki minst, hví teir spæla tað.

 

 

Hvørjir eru Vomit Nation?

ÓJ: Uha, nú ringdu vit ikki til Gunnleyg. (H: Áh nei!) Øh, ja Gunnleygur er eisini við. Sjálvt um hann ikki spældi við fríggjakvøldið. Hann var á Summar Festival – Nei, hann arbeiddi! Skriva heldur tað.

 

H: Men annars eru vit allarhelst føroya ógvusligasti noise bólkur. Tað lærdu vit fríggjakvøldið. Beint áðrenn vit skuldu framføra í Sirkus, blivu vit spurdir, um vit kanska skuldu dempa ljóðið eitt sindur. Tað gjørdu vit ikki.

 

ÓJ: Vomit Nation. Ja, tað er ein sovorin noise/punk bólkur, haldi eg. Tað var ikki meiningin, at tað skuldi vera so ógvusligt noise. Men tað bleiv tað til.

 

 

Hvat er noise?

ÓJ: Noise? Ja, tað er kanska eitt sindur snedigt. Altso, tað er ikki ein ordilig sjangra sum so. Tað er heldur ein lýsing av tónleiki innan nógvar ymsar sjangrur. 

 

H: Ja. Tað tú gert, tá tú spælir noise, er skipa og spæla við óljóð. Tað verður eisini við einum nýggjum úrsliti, hvørja ferð tú roynir, tí óljóð broytist. Ella, eg dugi ikki at fáa tað til at ljóða líka hvørja ferð.

 

ÓJ: Vit forsterka ljóðið nógv, avlaga tað og hava nógvan rúmklang. So fært tú nøkur ljóð, sum mann vanliga ikki hoyrir. Tað eru hesi snedigu, industriellu maskin-ljóðini úr stórbýum og verksmiðjum. Tað er ikki tónleikur, sum vit vanliga kenna hann. Men vit eru, sum so, heldur ikki tónleikarar upp á tann vanliga mátan. 

 

 

Tit hava ongan sangara, hvat verður so sett í fokus, tá tit spæla? 

H: Tað hevur verið uppi og vent nakrar ferðir, men tað verður nokk eingin av okkum, sum fer at syngja. Vit eru kanska ikki so politiskir.

 

ÓJ: Vit hava ongan sangara, tí vit hava onki gott at siga, so vit lata bara vera við at siga tað, haldi eg.

 

H: Annars er guitarin í fokus. Men vit hava eisini trummur. Gunnleygur Clementsen fekk bara ikki fekk komið fríggjakvøldið.

 

ÓJ: Vit brúka eisini nógv feedback, ordiliga ógvusligt white noise og sovorðni ljóð.

 

H: Og so spæla vit upp á pedalir meira enn instrumentir. Eg spældi til dømis uppá ein leidning til tað eina lagið. Eg koplaði hann til pedalirnar, og so nart eg við hann uppá ymsar mátar. Fingraði ein leidning!

 

ÓJ: Tað handlar ikki um at undirhalda fólk á sama hátt sum til vanligar konsertir. Framførslan sjálv er ikki so týdningarmikil. Tað eru ljóðini sjálv, sum eru í fokus. Tey byrja og enda, uttan at mann roynir at skapa kontakt millum seg sjálvan og publikum.

  

 

Er noise ein anti-rørsla ímóti vanligu uppfatanini av tónleiki?

ÓJ: Ja, 100%. Nógvir av hesum gomlu avant-garde kunstnarunum ígjøgnum 1900-talið kritiseraðu teir tólv tónarnar, ið mann vanliga brúkar, og eggjaðu okkum til at finna ljóð aðrastaðnis frá. Við maskinum og tí industriella vøkstrinum byrjaði mann jú at hoyra ljóð, sum mann ongantíð hevði hoyrt fyrr.

 

H: Áðrenn tað var tað vindur, fuglaljóð, sangur, og sovorit fitt. Tá eg havi verið til skips, á fabrikkini og sovorði, tá hoyrir mann sovorðni ljóð allatíð. Har eru taktir í konstanta ljóðinum, sum mann ikki hugsar um vanligt. Vit høvdu til dømis ljóð frá eini egningarmaskinu á looparinum til konsertina. (Lastbilur larmar í bakgrundini.) Vit burdu kanska brúkt hatta, ha?

 

ÓJ: Ja nemliga. Tað er eisini eitt sindur tvætlut at halda, at mann skal ganga niðri í fjøruni og lurta eftir aldunum fyri at kunna gera føroyskan tónleik.

 

H: Ja, og gera øll videoløgini uppi í fjøllunum.

 

 

Tað eru ikki nógvir noise-bólkar í Føroyum. Hvussu byrjaðu tit at spæla saman? 

ÓJ: Tað var faktiskt bara fyri stuttleikar, at vit byrjaðu at spæla noise saman.

 

H: Á sinni tá bólkurin æt Dark Satan.

 

ÓJ: Back in the days á Roskilde 2012. Tað var faktiskt tí, at vit høvdu keypt líka skjúrtur. Sovorðnar grønar, sum vóru á tilboð.

 

H: - soleiðis at vit høvdu okkurt at gera skiti og oyðileggja á festivalinum, ha? Vit høvdu faktiskt okkara fyrstu konsert tá, kann mann siga, tí vit gjørdu ein lítlan kassaguitara-sang. Vit vóru kanska báðir eitt sindur óseriøsir um tað á Roskilde, men so hava vit meint tað hóast alt.

 

ÓJ: Ja, nemliga! Tað kundi líka so gott bara verið ein joke, sum bleiv við at vera tað, men vit tosaðu so um tað og byrjaðu at spæla noise saman. Vit kallaðu tað jú eisni Dark Satan, sum eina joke, tí tað var tað ultimativa metal navnið, hildu vit. Men so broyttu vit tað seinni.

 

H: Mær dámdi ikki navnið, faktiskt.

 

ÓJ: Heldur ikki eg. Dark Satan, tað var eitt sindur for... eh.

 

H: Mann kann kanska gott siga, at tað var av átrúnaðarligum grundum, ha? Vit fingu onkrar kommentarar her og der. Men seinni fingu vit viðmerkingar frá fólki, sum dámdu nógv betri navnið Dark Satan, so eg veit ikki. Føroyar eru deildar upp í tvey, tá tað kemur til Dark Satan og Vomit Nation. Vit høvdu eina sektión á facebookbólkinum hjá Dark Satan, sum gjørdi grin við bólkum sum Byrta, og sovorði. Alt sovorði fjas kallaðu vit fyri vomit nation.

 

ÓJ: Tað er kanska ikki serliga rock’n’roll at boyggja seg við navninum. Men Dark Satan var kanska í so ‘metal.’ Vomit Nation var meiri eitt punk navn, og tað er punk, sum er íblásturin hjá okkum. Her manglar eitt sindur av punk í Føroyum, haldi eg.

 

 

Bogi á Lakjuni tosaði herfyri um, at tá hann spælir noise, so improviserar hann ofta. Hvussu er hjá tykkum, spæla tit bestemtar sangir, ella improvisera tit tað mesta?

H: Nei, vit hava greiðar avtalur til hvørt lagið, um hvat og hvussu vit spæla.

 

ÓJ: Ja, tað er ikki improvisatión uppá tann mátan. Men vit hava ongar akkordir ella taktir, men vit brúka heldur formar, sum vit spæla eftir. Okkurt blívur kanska eitt sindur tilvildarligt, og tað er ymiskt, nær vit skifta frá einum petti av sanginum til ein annan. Men tá vit hava spælt tað nakrar ferðir ígjøgnum, so kenna vit formin av lagnum væl.

 

H: Oftast hevur ein av okkum stýripinnin, har eg kanska hoyri Óla Jákup skifta til okkurt annað petti í sanginum, og so fari eg eisini víðari. Men vit skifta ikki altíð í senn.

 

ÓJ: Tað ger tað eisini eittt sindur meira spennandi, haldi eg. Einki lag er akkurát líka hvørja ferð, tað verður spælt.

 

 

 

Hvat er øðrvísi við at spæla noise í mun til annan tónleik?

ÓJ: Vit noyðast ikki at duga at spæla.

 

H: Hahaha ja, akkurát. Eg dugi bara at spæla noise. Men mann má hava áhuga fyri óljóði og hugskot, hvat ljóð mann kann skapa.

 

ÓJ: Tá vit gera eitt lag, finna vit fyrst eitt ljóð, og so flyta vit okkum spakuliga út í eitt annað ljóð.

 

H: Knappliga finnur ein eitt ljóð, sum ljóðar feitt, og so fylgja vit tí. Hitt kemur bara.

 

 

Hvat er endamálið?

H: Tað, sum er feitt við at framføra noise, er, at fólk fáa oyruni upp fyri tí. Á tann hátt kann mann kanska birta ein áhuga fyri tí.

  

ÓJ: Noise verður altíð spælt ræðuliga hart, soleiðis at tað merkist kropsliga. Tú følir tónleikin, og ljóðini eru ofta óbehagilig. Tað er kanska strævið at lurta eftir í byrjanini, men tá tú hevur lurtað nóg leingi, so byrjar tú at hoyra eina meining í monotona larminum, sum tú ikki kanst hoyra, um ljóðið skiftir allatið. Ljóðini eru monoton, men tað er júst tað, sum ger tey spennandi.

 

H: Summi, sum eg havi tosað við, siga, at tey koma næstan inn í annan heim, meðan tey sita og lurta, tí ljóðini eru so fjar frá tí, sum mann vanliga lurtar eftir.

 

ÓJ: Tað er heilt sikkurt tann kenslan, sum ger, at fólk tíma at lurta eftir noise. Og so er hugskotið aftan fyri tað øðrvísi og spennandi. Vit brúka ikki akkordir og taktir, og tað er ikki musikalskt í vanligan forstand. Alt, sum vit seta í samband við tónleik, verður niðurbrotið. Heldur enn at byggja tónleikin upp til eitt klimaks, royna vit at skapa eina bestemta kenslu og at varðveita hana til vit hava hug at enda.

 

H: Akkurát. Men vit manglaðu faktiskt eitt lag til konsertina, tí eg enn einaferð kom til at bróta inputtið til guittaran, meðan vit spældu. Sum mann nú einaferð ger, ha?

  

ÓJ: Tað hevði verið feitt at fingið meira noise í Føroyum. Vit eru so hamrandi troyttir av elektropoppi. Í Føroyum blívur tað næstan altíð antin for pent, ella fer tað í hina grøvina og blívur til metal. Mann hevur brúk fyri meira av undirgrund-tónleiki. Í 'The Art of Noises' segði Luigi Russolo, at hvønn dag verða nýggj ljóð skapað, sum vit ongantíð fyrr høvdu kunnað ímyndað okkum. Tí mugu vit heldur ikki bara grógva føst í einum slagi av ljóði, men mugu flyta okkum.

 

H: Ja, eg haldi, at vit serliga royna at varðveita tað industriella og aggressiva í ljóðunum, sum vit spæla.

 

 

Snýkir seg nakað ‘fitt’ fuglaljóð ongantíð upp í óljóðið hjá tykkum?

ÓJ: Haha, nei.

 

H: Egningarmaskinan er nokk tað tættasta, tí hon nertir við agn. 

 

ÓJ: Ja. Tvætl, fuglar eru fínastaslag. Tað er bara alt for typiskt.

 

Niðanfyri hoyrir tú 'Leikir' hjá Vomit Nation

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.