Brævatkvøða ella fara á valstaðið?

Brævatkvøða ella fara á valstaðið?
Hvussu skulu útisetar, ið eru í Føroyum valdagin, fyrihalda seg?
27.08.2015 - 14:30

Hóast undirvísingin á flestu donsku lærustovnum er byrjað, eru enn lesandi, sum lesa aðrastaðni, í Føroyum á sjálvum valdgnum. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu lesandi skulu fyrihalda seg valdagin, hóast tey eru komin á vallistan hjá kommununi. Er tín kommuna ikki á listanum, og tú ivast, er best at seta seg í samband við kommununa beinanvegin.

 

 

Eysturkommuna: lesandi velja á valstaðnum.

 

Fuglafjarðar kommuna: lesandi velja á valstaðnum.

 

Klaksvíkar kommuna: lesandi skulu brævatkvøða. Hetta kann gerast í Miðluni til og við mánadagin 1. septembur.

 

Runavíkar kommuna: lesandi velja á valstaðnum.

 

Sunda kommuna: lesandi velja á valstaðnum.

 

Tórshavnar kommuna: lesandi velja á valstaðnum, men skulu koma til lúkuna, har atgongumerki vanliga verða seld, at fáa valkort.

 

Tvøroyra kommuna: lesandi velja á valstaðnum.

 

Vágs kommuna: lesandi velja á valstaðnum.

 

 

Keldur: kommunurnar.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.