Ger flogtúrin stuttligari

Ger flogtúrin stuttligari
Kára Bjarnadóttir Jakobsen peikar á 10 ting, sum høvdu gjørt flogtúrin stuttligari
30.09.2015 - 20:15

Summi eru bangin, onnur von og uppaftur onnur bara for hampilig, tá ið vit flúgva. Stemningurin er altíð eitt sindur spentur og ikki serliga stuttligur.

Men niðanfyri eru 10 ting, sum kunnu gera flogtúrin eitt pinkalítið sindur stuttligari.

 

  1. Tú snubbar vindeygaplássið, sjálvt um tú hevur fingið plássið í miðjuni. Tá ið so tann, sum eigur at sita við vindeygað, kemur, ja, so gevur tú viðkomandi eitt Mr. Bean-look og brúkar eini tveir minuttir ov nógv uppá at argumentera fyri, hví  átti at sitið við vindeygað.

 

  1. ”Er alt í lagi her?” spyrt tú øll ferðafólkini, ein og ein. ”Ja, tí vit fara á flog hvørja løtu”. Sum um fólk ikki fornemma tað. Og har gongur tú forstýrandi runt í vanligum klæðum, ímeðan fínu og fittu flogternurnar royna at arbeiða.

 

  1. Tú ert smáótolin. Tú skilir ikki, hví tit enn ikki eru farin á flog. Tú fert marsjerandi ímóti kokpittinum og fortelur flogskiparunum, at alt er in Ordnung – so nú er klárt at fara.

 

  1. Flogternan kemur við matinum. Tú spyrt beinanvegin síðumannin, um tú kanst fáa hansara mat, so kann hann fáa tína dessert. Tí tú ert eingin dessert-persónur.

 

  1. Hvørja ferð tit føla ferilin av turbulensi, ja, so blakar tú teg niður í neyðstøðu – høvdið niður á knøini og armarnar rundan um lørini. Har situr tú í einar tveir minuttir ov leingi og greiðir síðani síðumanninum alvorligt frá, at mann ongantíð kann vera for tryggur.

 

  1. Spyr flogternuna, um tú kanst taka bjargingarvestin út. Tú hevur ongantíð sæð hann og ivast eitt pinkalítið sindur í, um hann nú er har.

 

  1. ”Ert tú bangin?” spyrt tú við jøvnum millumbilum fólkini, sum tú situr við síðuna av, og tey, sum sita frammanfyri og aftanfyri teg.

 

  1. Tú hálar báðar bøkurnar fram, sum tú hevur liggjandi í hondviðførinum og greiðir síðumanninum ambitiøst frá, at tú ætlar at lesa báðar bøkurnar á flogtúrinum. So tað hevði ikki verið so galið, um viðkomandi kundi tagt tað mesta av túrinum.

 

  1. Tit eru akkurát lend. ’Fasten seat belt’ er enn ikki sløknað, men tú skundar tær at taka títt hondviðføri, reisir teg upp og setir fólkini rundan um teg íherdigt inn í støðuna: Tú hevur skund!

 

  1.  ”Ert tú nú sikkur uppá, at hatta er títt kuffert?” spyrt tú fleiri av ferðafólkunum, tá ið tit eru komin til viðførisbandið. Síðan hyggur tú eitt sindur mistonkiligt upp á tey, sum um tey ikki siga allan sannleikan. 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.