Hoyr nýggja staklagið hjá Steso

Hoyr nýggja staklagið hjá Steso
Atmosferiski undirgrundsbólkurin bólkurin Steso hevur júst almannakunngjørt nýggja staklagið 'Mjørkabarn' á alnótini. Lurta eftir tí her
30.09.2015 - 21:30

Nú hevur tú aftur høvi at hoyra yvirjarðligu og droymandi tónarnar hjá Steso. Bólkurin hevur nemliga júst lagt nýggja lagið 'Mjørkabarn' út á soundcloud, og er tað Rebekka Petersen, sum leggur rødd til.

 

Tað er Hergeir Staksberg sum er høvuðspersónurin í bólkinum, og í 'Mjørkabarn' tvínir hann síni egnu ljóðfagru gittarljóð saman við mjúku røddini hjá Rebekku og brummandi bassinum hjá Rólanti av Reyni. 

 

Fløguna hevur Hergeir gjørt saman við framleiðaranum Christopher Juul, og saman hava teir megnað at skapa eitt meira rátt ljóð, ið tó ikki hevur flutt seg ov langt burtur frá tí sorgarblíða og inniliga, ið annars hevur eyðkent ljóðið hjá Steso.

 

Lurta eftir 'Mjørkabarn' niðanfyri.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.