Sirkuskonsert: HELGI (Digital/Visual/TakingOnGender)

Sirkuskonsert: HELGI (Digital/Visual/TakingOnGender)
15.10.2015 - 03:00

Í kvøld framførir Helgi í Sirkus. Helgi fer at framføra ljóð hjá sær sjálvum, samstundis sum hann fer at vísa eitt sjónband og spæla eitt ljóðverk, sum bjóðar kyninum av. Eftir konsertina diskar Helgi til midnátt. Tiltakið er ókeypis.

 

Dan Helgi Helgason í Gong er útbúgvin ljóðlistamaður og er júst fluttur heim úr London. Hann hevur nomið sær BA í Commercial Music og MA í Sound Art. Ljóðmyndin hjá Helga setur ofta spurningar við seksualitet, hvat tónleikur er, og hvussu tónleikur skal gerast.

 

 

Helgi er í løtuni í gongd við at gera eina EP. Fylgið við Helga á Facebook síðu hansara. 

 

Aftaná framførsluna diskar Helgi víðari í anda Bollywood, Disco, House, World og so framvegis.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.