- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr 62˚N og út í heim: Koppseting, visum og VISA kort
Húgvan er komin á høvdið, summarið er av, og kaldi føroyski veturin nærkast. Tú orkar ikki tankan um at skula aftur á skúlabonkin í nærmastu framtíð. Tú hevur brúk fyri, at okkurt nýtt og spennandi skal henda. Tú vilt út at uppliva heimin.
Tað er í dag blivið sera vanligt millum ung, eisini í Føroyum, at fjakka. Men møguleikarnir eru óendaligir, og heimurin er stórur. Hvussu hundan skalt tú vita, hvar tú skalt byrja?
Eg fari at leggja út við at innrøma, at eg helt ikki, at tað vóru SO nógv ting, sum skuldu ornast, áðrenn fráferð. Eg hugsaði, nakrar koppsetingar og nøkur visum, so koyrir tað, men nei. Tað eru faktisk rættiliga nógv ting, sum mann skal hugsa um, áðrenn mann fer út í heim.
Koppseting og heiluvágur
Tá mann ferðast til onnur lond kann mann koma út fyri at gerast sjúkur, men í dag er møguligt at koppsetast ímóti nógvum av hesum sjúkum. Tí er tað sera umráandi, at tú kannar hvørjar koppsetanir tú skalt hava á ferðini.
Tað eru ymiskar heimasíður, sum læknarnir viðmæla, at mann brúkar, tá mann skal finna útav, hvørjar koppsetanir mann skal hava.
Tá mann, sum vit, hava eina ”ófyrireikaða” ferð, so er tað ikki lætt at vita, hvørjar koppsetanir, mann skal hava, tí mann skal útfylla ymiskt, so sum, hvussu leingi mann er á staðnum, um mann fer í skógin o.s.fr. Men fyri at vera á sikkru síðuni, so fóru vit eftir ”worst case senario”, tað vil siga, at vit valdu allar møgugleikar, mann kundi, so eingin ivi var.
Eisini kann verða neyðugt við øðrum heilivági, sum til dømis malariatablettir.
Koppseting og heilivágur kann verða ein dýrir partur av ferðini, men ein sera neyðugur partur. Eisini tekur læknin pengar fyri at koppseta.
Visum
Í summum londum skalt tú hava innfararloyvið, altso skalt tú hava eitt loyvið fyri at sleppa inn í ávísa landið. Hetta kanst tú fáa vit at søkja um visum.
Tað eru ymiskar reglur til hvørt land viðvíkjandi visum. Í flestu førðum kanst tú uppihalda teg í eitt ávíst tíðarskeið, t.d 30 dagar, áðrenn neyðugt er at søkja um visum. Men alt hetta kanst tú kanna, áðrenn tú fer avstað.
Eisini ber til at søkja um visum, áðrenn tú fer avstað, men hetta krevur, at tú hevur keypt flogbillettina inn í landið. Tá kanst tú seta teg í samband við tí ávísu sendistovuna, og tey vegleiða teg.
Far inn á heimasíðuna omanfyri og kanna, hvar visum er neyðugt. Finn síðani útav í hvørjum býi ella landi tú finnur eina sendistovu har tú kanst søkja um visum.
Trygging
Tá mann fer á eina so langa ferð er tað týdningarmikið at verða tryggjaður. Fyri eitt rímiligt gjald kanst tú tryggja teg allan vegin, so at bæði læknahjálp, stuldur og flogferðaseðlar eru tryggjaðir.
Set teg í samband við títt tryggingarfelag og fá tey at vegleiða teg, hvat er best til júst tína ferð.
Bankin
Eitt gott ráð er at hava í minsta lagið tvey kort við. Eg havi valt at fáa mær eitt VISA kort og eitt MasterCard. Hesi eru bæði góð á hvør sín máta. Tú kann lesa meira um ymsu kortini á heimasíðuni hjá bananum.
Eisini er tað smart at taka eitt prát við bankan áðrenn fráferð. Fortel teimum, at tú fert at fjakka, hetta so, at tey ikki sperra títt kort, tí tey síggja, at tað verður brúkt í øllum møguligum londum.
Hav fleiri kontur, sum tú kann hava pengarnar á, so allir ikki standa á eini konto. Eitt gott hugskot er eisini at geva einum, sum tú stólar uppá atgongd til tína kontur, so tey kunnu flyta tær pening, um tú ikki sjálv/-ur hevur møguleikan.
Koyrikort
Ætlar tú tær at koyra bil á tíni fjakkaraferð, so er smart at skaffa sær eitt internationalt koyrikort. Hetta gert tú á politistøðini. Tú skalt einans hava eina nýggja passmynd við oman. Koyrikortið kostar 150 kr. og líkist einum passi.
Hetta eru míni persónligu ráð til tín, sum droymir um at fjakka.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |