Arbeiðslív: smúkkuhandil

Arbeiðslív: smúkkuhandil
Merry Eyð Jacobsen var seinasta summar liðug í Hoydølum. Hon arbeiðir nú í handlinum Glimmur í miðbýnum í Havn, áðrenn hon fer víðari at lesa. Her vísir hon okkum sítt arbeiðspláss
14.01.2016 - 23:45


- Høvuðssølan í Glimmur er smúkkur, men vit selja eisini ymiskt til hárið, luktilsi, lyklaringar, neglalakk – ja, alt møguligt at pynta seg við.

 


- Mær dámar ordiliga væl at arbeiða her. Mær dámar sjálv væl smúkkur, og mær dámar eisini væl, at uppgávurnar eru nokk so nógv tað sama, og at tað tekur langa tíð at gera.



- Alt í handlinum skal prísast, oyralokkar skulu koyrast í posar, og ektað silvur skal reinsast. Tað er eisini týdningarmikið, at handilin altíð er reinur, at tað altíð er vøra í handlinum, og at tað sum heild er skil í, tí handilin er so lítil, og her er so nógv inni.

 


- Eg havi arbeitt her í hálvtannað ár. Eg byrjaði einaferð í student… í 3.g, haldi eg. Eg arbeiði her halva tíð – sum oftast seinnapartar. Um kvøldarnar vaski eg í einum skúla. Um dagarnar íðki eg og geri ørindi. Eg royni at halda eina rútmu, so eg ikki fari so seint í song og seint upp, hóast eg arbeiði seint.

 


- Nei, tað er ikki kravt at ganga við smúkkum ella rigga væl, tað hevur leiðarin ongantíð sagt. Men tað er eitt pluss, tí onkuntíð spyrja fólk, hvar eg havi keypt smúkkurnar, sum eg eri í. Onkuntíð eru tær ikki úr Glimmur, men tá tær eru, so keypa fólk tær ofta.

 


- Eg fari at arbeiða her í summar eisini, men so ætli eg mær víðari at lesa. Eg fari antin at lesa til lærara í Føroyum ella ergoterapeut í Danmark. Eg søki inn og finni so útav, hvørjar møguleikar eg fái.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.