Rasisma í Oscars akademiini

Rasisma í Oscars akademiini
Eru Oscar tilnevningarnar rasistiskar, ella er tað tilvild, at svørt fólk eru so lítið umboðað?
19.01.2016 - 19:45

Í hesum flóttafólkadøgum er kjakið um rasismu ofta uppi at venda, og er USA einki undantak.
Har snýr tað seg tó líka nógv um verandi íbúgvar, sum tað ger um flóttar. Við harðligum uppreistri í býnum Ferguson og átøkum sum #BlackLivesMatter kring heimin, er kjakið um rasismu mótvegis svørtum fólkum enn kókandi heitt í USA.

 

Enn eitt hvítt Oscar-ár

14. januar vórðu tær síðstu Oscar tilnevningarnar kunngjørdar. Eins og undanfarna árið er eingin svartur leikari tilnevndur til hvørki besta leikara ella besta hjáleiklut.

Heitið Token Black Guy verður ofta brúkt um leiklutir sum t.d. Finn í nýggja Star Wars ella Bubba í Forrest Gump.

 

Fyri at taka nøkur dømi, so var seinastu ferð, ein svartur persónur varð tilnevndur, fyri besta hjáleiklut í 2013, har bæði kvinna og maður vórðu tilnevnd. Tó skal sigast, at kvinnan, Lupita Nyoung'o, spældi ein slava frá 1853 og maðurin ein somaliskur hermaður. Tað vóru altso leiklutir, ið hvít fólk ikki høvdu kunnað spælt uttan alvorligt smyrsl arbeiði. Og so var fyrsti, kvinnuligi svarti filmsframleiðari ikki tilnevndur fyrr enn í 2014.

 

Les ársins Oscar tilnevningar her!

 

Hoyr Eddie Murphy tala at í 1988 um rasismu í filmsheiminum.

 

Í ár er tað filmurin Creed, ið m.a. hevur elvt til kjakið um rasismu. Har eru leikstjórin og høvuðsleikarin svartir, men filmurin er einans tilnevndur fyri hjáleiklut, sum er hvíti Sylvester Stallone.

 

Alt hetta hevur øst nógv fólk. Men hvørt hetta er rasisma, ov lítil umboðan av svørtum fólkum ella nakað heilt annað, eru nógvar meiningar um. 

 

Oscars hátíðarhaldið verður víst 28. februar.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.