Frøðingurin velur enskar bøkur

Frøðingurin velur enskar bøkur
23 ára gamli Benjamin N. Jacobsen úr Runavík, ið lesur enskt á University of York í Bretlandi, viðmælir enskar bøkur
24.02.2016 - 07:15

Charles Dickens: Oliver Twist


Mynd: vicotrianweb.org

 

- Flestu fólk kenna óivað søguna um foreldraleysa Oliver Twist, ið vaks upp millum brotsmenn og ótangar á dustgingnu gøtunum í London í 1800 talinum. Vit hava sæð Oliver Twist millum annað á filmi og framførdan á leikpalli, og hóast vit kenna søguna, so er bókin eftir mínum tykki framvegis ein av teimum bestu millum ensku klassikararnar.  

 

Foreldraleysi Oliver Twist veksur upp á einum fátækraheimi, men alt hansara lív broytist, tá hann spyr Mr Bumble: “Please, sir, I want some more." Dickens dugir sera væl við sínum livandi málburði at leiða lesaran runt ymsastaðni í London; frá teimum myrku krókunum har vit møta persónum so sum Fagin, Dodger og skøkjuni Nancy til teir fínaru yvirklassabýlingarnar. Tað er eins og ein merkir dustið undir fingrunum og hoyrir ljóðið av hestavognum, meðan ein lesur, heldur Benjamin.

 

- Eg vil eisini eggja lesaranum at lesa skaldsøguna saman við tekningunum hjá George Cruikshank, ið upprunaliga fylgdu við bókini, tá hon kom út í 1837-8. Eg haldi hesar myndir vera sera livandi, stuttligar og tankavekjandi, og eru tær tískil við til at gera upplivingina av skaldsøguni tað ríkari. Oliver Twist er uttan iva ein av bjartastu vitunum millum ensku klassikararnar.

 

 

Lewis Carroll: Alice in Wonderland


Mynd: simandan.com


- “I had sent my heroine straight down a rabbit-hole... without the least idea what was to happen”. Soleiðis skrivaði Lewis Caroll um Alice in Wonderland, og hóast eg til tíðir ikki havi ánilsi av, hvat veruliga gongur fyri seg, so er skaldsøgan ein tann ørasta, mest ótrúliga og mest undirhaldandi bókin, ein kann finna.

 

Vit kenna nokk best til Alice og hennara ótrúliga ævintýr í Leikalandi frá filmunum hjá Disney og Tim Burton. Á hennara ferð møta vit ógloymandi persónum so sum the Caterpillar, the Chesire Cat, the Mad Hatter, The Queen of Hearts og mongum øðrum. Alice in Wonderland er ein bók, har ið fantasi, pardoksir og absurdar yrkingar ikki eru ein mangulvøra. Eisini er tað ein skaldsøga, ið eggjar okkum at síggja heimin eins og eitt barn; ein heimur har logikkur og reglur ikki eru so eyðsædd longur. Sum lesarar mugu vit eins og Alice niður í ‘the rabbit-hole’, har alt kann henda, har hugflogið ræður – og møguliga koma upp úr aftur við enn fleiri spurningum, men blivin eitt sindur ríkari. Tey áhugaðu kunnu eisini lesa framhaldsbókina Through the Looking-Glass, sum er eftir sama høvund og eisini snýr seg um Alice, viðmælir Benjamin.     

 

 

Virginia Woolf: Mrs Dalloway


Mynd: © amazon.com

 

- Útgivin í 1925 er Mrs Dalloway eitt modernistiskt meistaraverk. Bókin er fantastiska væl skrivað, og viðger hon ‘bert’ ein dag í lívinum hjá Clarissu Dalloway og hennara fyrireikingar til eina veitslu. Skaldsøgan eftir Virginiu Woolf verður ofta mett at vera ein av teimum bestu í enska málinum, og hesum eri eg samdur í.

 

Bókin er millum annað kend fyri at nýta ‘stream of consciounsess’, ein teknikkur, ið loyvir rithøvundinum at lýsa, hvussu ein einstakur subjektivt upplivir tíð, tankar og kenslur. Eins og ein streymur so verður ein rikin við av teimum mongu og til tíðir fløkjutu tankunum hjá persónunum. Bókin kann tískil til tíðir virka torfør, men hon lýsir stak væl tann veruleika, vit kenna ígjøgnum okkara tankar og kenslur. Leitar tú eftir einari aktión-drivnari bók við skjótum bilum og loyniligum agentum, so er hetta ikki bókin. Mrs Dalloway eftir Virginiu Woolf er heldur ein vøkur, tragisk og væl skrivað skaldsøga, ið gløgt lýsir sína samtíð og ta óvissu, ið valdaði; ein skaldsøga, ið allir bókelskarar burdu lisið, sigur Benjamin at enda. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.