Politisku ungmannafeløgini um flóttafólk

Politisku ungmannafeløgini um flóttafólk
Vit hoyra alla tíðina um flóttafólk, men hvat halda politisku ungmannafeløgini? Skulu Føroyar taka ímóti flóttafólki?
02.03.2016 - 06:30

Huxa

Eiga Føroyar at taka ímóti flóttafólki? 
Vit í Huxa halda ikki, at spurningurin snýr seg um, hvørt vit eiga at taka flóttafólk til Føroya ella ikki. Tað snýr seg heldur um, hvussu vit hjálpa á bestan hátt.

 

Fyri at hjálpa so nógvum flóttafólki, sum til ber, eiga vit at hjálpa, har tørvurin er størstur, og har vit fáa mest fyri hvørja krónu. Tað ger mann við at hjálpa á staðnum.

 

“Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir” skrivaðu ápostlarnir báðir, og tað kann sanniliga eisini sigast um flóttafólkakreppuna. Talið av flóttafólki bara í Turkalandi er tvífalt talinum av flóttafólki í øllum Evropa tilsamans. Sostatt eru 4,5 milliónir flóttafólk í grannalondunum hjá Sýria.

 

Krónan røkkur sanniliga nógv longri á staðnum enn í Føroyum. Fyri góðar 300 kr. kunnu vit veita teppir til eina famliju – og fyri 4.000 kr. kunnu vit veita eini heilari familju innivist.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Fyri okkum í Huxa og Fólkaflokkinum er tað eingin ivi um, at vit hjálpa best við at hjálpa á staðnum.

 

 

 

Sosialistisk Ung

Eiga Føroyar at taka ímóti flóttafólki?
Ja. Vit meta, at Føroyar hava bæði politiska og etiska ábyrgd fyri at taka ímóti flóttafólki. Í hesum sambandi hevur SU tvey umhugsni: Tað fyrra er, at vit skulu hava eina sálarliga tilbúgving, sum megnar at lofta teimum, ið hava verið úti fyri traumatiserandi hendingum. Tað seinna er, at vit skulu hava ein integratiónspolitikk, ið tryggjar, at tær familjur, ið koma til Føroya, verða inkluderaðar í samfelagið. Har ynskir SU at brúka íslendska politikkin, har kommunur og land samstarva um at finna nakrar stuðulsfamiljur í landinum. Ísland tekur tvær familjur um árið. 

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
SU og Javnaðarflokkurin eru grundleggjandi samd um hetta málsøkið.

 

 

 

Ung fyri Miðflokkin

Eiga Føroyar at taka ímóti flóttafólki? 
Vit meta avgjørt, at Føroyar skulu hjálpa meira í hesum altjóða trupulleikanum. Spurningurin eigur tó ikki at vera, hvørt vit skulu taka ímóti flóttafólkum ella ei – spurningurin er: hvussu hjálpa vit best?

 

Vit meta, at besta loysnin at hjálpa teimum er við at hækka neyð- og menningarhjálpina munandi til hjálp í nærumhvørvinum. Her røkka pengarnir longri, og vit kunnu tí hjálpa fleiri. Vit ynskja sum einasta ungmannafelag, at Føroyar skulu miðja ímóti at geva 0,7% av BTÚ í neyð- og menningarhjálp. Tað svarar nokk til uml. 100-110 mió. kr. Í løtuni geva vit 3,1 mió. kr., og hendan upphæddin er skammiliga lítil fyri okkara ríka land.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Miðflokkurin heldur, at vit eiga at leggja dent á at hækka menningarhjálpina. Eftir eini umbøn frá ungmannafelagnum, so samtykti Miðflokkurin, at flokkurin gongur inn fyri at leggja eina fíggjarætlan, ið skal hækka neyð- og menningarhjálpina til ST-støðið.

 

 

 

Unga Tjóðveldið


Eiga Føroyar at taka ímóti flóttafólki?
Ikki síðani seinna heimsbardaga hava tað verið eins nógv flóttafólk í heiminum sum í dag. Føroyar eru partur av heimssamfelagnum, og vit eiga at taka ábyrgd. Tað hevur stóran týdning, at heimurin lyftir í felag. Unga Tjóðveldið vil, at Føroyar taka ímóti okkara parti av kvotaflóttafólki. Hetta snýr  seg um eini 5-10 fólk um árið. Vit skulu tryggja okkum, at flóttafólkini fáa góðar umstøður. Tey skulu hava møguleika at læra føroyska málið, mentanina og samfelagið. Samstundis skulu vit tryggja møguleikar fyri bústaði og møguleikar at gerast virkin í samfelagnum t.d. við at sleppa út á arbeiðsmarknaðin.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja, Tjóðveldi tekur eisini undir við at taka ímóti flóttafólki. Soleiðis stendur í stevnumiðum floksins: “Tjóðveldi vil: Vit í Føroyum taka okkara kvotu av flóttafólki.”

 

 

 

Ungmannafelagið Samband

Eiga Føroyar at taka ímóti flóttafólki? 
Spurningurin um flóttafólk er sera viðbrekin. Stóri trupulleikin í løtuni er, at núverandi loysnir eru bert fyribils – hygg bara at okkara grannalondum. Sum vit duga at síggja tað, so er neyðugt at gera eina heildarloysn. Antin, so koma flóttafólkini til landið í avmarkaða tíð, ella mugu vit hava eina loysn, har tey verða integrerað í samfelagið.

Vit hava eina skyldu mótvegis flóttafólki, men mugu ásanna, at flóttafólk eru menniskju, sum eru sera illa fyri sálarliga og kropsliga. Vit kunnu ikki taka ímóti fólki, um vit ikki hava neyðugu umstøðurnar til tey. Ringasta dømið um hetta er Danmark, har bæði land og flóttafólk tapa uppá støðuna, tey eru í – hetta má ikki henda í Føroyum.

Tað er torført at seta tal á, hvussu nógv flóttafólk Føroyar skulu taka ímóti. Umstøðurnar mugu fyrst og fremst vera har, síðani kann tal verða sett á – ikki umvent!

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Móðurflokkurin hevur nærum somu støðu sum vit. Tey meta eisini, at umstøðurnar mugu fyrst vera í ordan, áðrenn byrjað verður at taka flóttafólk.

 

 

 

Ungt Sjálvstýri

Eiga Føroyar at taka ímóti flóttafólki?
Sum ein tjóð millum nógvar aðrar í Evropa halda vit í Ungum Sjálvstýri, at okkara partur ikki skal liggja eftir, tá tað kemur til hetta málið. Vit halda tó, at tað skal gerast við fyrivarni, og eisini mugu vit yvirtaka tað málsøkið, so vit kunnu stýra tí sjálv. Akkurát hvussu nógv flóttafólk, vit skulu taka, er eitt sindur ringt at seta tal á, tá vit ikki vita, hvussu nógvum tað er møguleiki fyri at hýsa her í Føroyum.


Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ungt Sjálvstýri og móðurflokkurin eru samd um, at vit mugu fyrst og fremst hava ein útlendingapolitikk, men móðurflokkurin vil heldur, at vit uppraðfesta pening til hjálp í nærumhvørvinum.

 

 

 

Framsøkin Ung

Eiga Føroyar at taka flóttafólk?
Framsøkin Ung halda, at vit sum tjóð í einum altjóða samfelag skulu taka ímóti flóttafólki. Vit síggja tað sum eina skyldu mótvegis umheiminum, at vit gera okkara. Men av tí sama er tørvur á at gera og fyrireika góðar, tryggar og integrerandi mannagongdir, um Føroyar skulu megna uppgávuna. Evropa er undir størstu flóttafólkakreppu í nýggjari tíð, og eiga Føroyar eisini at taka part av ábyrgdini í mun til, hvat vit megna.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Framsókn er av somu fatan sum ungmannafelagið, at Føroyar sum tjóð hava eina ábyrgd og nakrar skyldur mótvegis altjóða samfelagnum, eins væl og vit fáa ágóðar av tí. Sum medmenniskjur kunnu vit ikki bert hyggja at, og tí er landsstýrið farið í gongd við at yvirtaka neyðug málsøkir og fyrireika neyðugar mannagongdir og heimildir at røkka hesum máli. At seta eitt tal á mongdina av flóttafólki – eitt nú um árið – hevði undir givnum umstøðum ikki givið meining.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.