Emma Holten
Emma Holten vitjar Føroyar
Ungi feministurin, ið gjørdist heimskend fyri sín uppreistur ímóti hevndarporno, kemur til Føroya fyri at varpa ljós á samtykki
08.03.2016 - 13:30

Tá Emma Holten var 17 ára gomul, bleiv hon útsett fyri "hevndarporno", har nakinmyndir av henni blivu lagdar út á alnótina ímóti hennara vilja. Myndirnar, ið hon einaferð hevði sent til ein sjeik, lógu á eini teldu, sum ein teldusníkur onkursvegna megnaði at fáa atgongd til og síðani legði út á alnótina.

 

Saman við myndunum legði teldusníkurin eisini privatar upplýsingar um m.a bústað, teldupost og telefonnummar út. Hetta førdi til, at hon dagliga fekk fleiri hundrað teldupostar frá mannfólki kring heimin, ið hóttu hana ella skrivaðu eyðmýkjandi boð til hennara.

 

 

Eitt øðrvísi aftursvar

Tað, sum gjørdi Emmu Holten kenda, var aftursvarið, ið hon gav teldusníkunum og øllum teimum, ið høvdu ynskt henni ilt. Heldur enn at krógva seg sjálva burtur, legði hon sjálvboðin nýggjar nakinmyndir út av sær sjálvari.

 

Fyri Emmu vóru tær nýggju toppleysu myndirnar ein máti at taka valdið aftur, og brúkti hon tað eisini til at varpa ljós á trupulleikar við samtykki og virðing. Myndirnar blivu fagnaðar kring allan heimin, og Emma hevur síðani tá verið ein talskvinna fyri kvinnurørsluna.

 

 

Samtykki og neyðtøka í Føroyum

Í dag er Emma 23 ára gomul og er ofta at síggja í donsku miðlunum í samband við samrøður um samtykki í mun til kynslív.

 

Tað er eisini í hesum sambandi, at Amnesty, sum liður í "Sig frá" verkætlanini hjá Almannararáðnum, hevur bjóðað Emmu Holten til Føroya at tosar um, hví tað er so avgerandi, at vit seta okkara egnu mørk.

 

Tiltakið verður 16. apríl og er serliga ætlað ungum. Tí verða karmarnir sum heild eisini ungdómsvinaligir. Umframt at Emma Holten fer at tosa, so verður eitt ungdómspanel eisini á skránni.

 
 

 

 

Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.
Ein hjálpandi hond til Bv3 Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.
28,4 milliónir til Glasir: Hvar enda pengarnir? Fyri einum lítlum mánaða síðani bað Glasir um enn eina eykajáttan. Hesu ferð upp á 18,7 milliónir. Hendan eykajáttanin er nú vaksin til 28,4...