Ummæli: Sissal áðrenn útgávu

Ummæli: Sissal áðrenn útgávu
Sissal Grækarisdóttir Magnussen manglar pening til at innspæla fløgu. Leygarkvøldið hevði hon eina konsert, og hatturin varð sendur runt
25.04.2016 - 01:15

Hatturin gongur, ella, sum hon segði, spýt í kasjettina. Hetta var heitið á tiltakinum á Facebook, har Sissal Grækarisdóttir Magnussen bjóðaði fólki at hoyra hana spæla í sjónleikarhúsinum. Endamálið var at samla pening til at innspæla fløgu, áðrenn bólkurin hjá henni rýmir av landinum at lesa. Tiltakið var annars ókeypis.

 

Eyðmjúk og megnað

Hon byrjar at presentera, og mann hoyrir nóg illa, hvat hon sigur. Her er friðarligt, ljóst úti og eitt sindur awkward. 

 

Tað kemur tó fram, at hon fer at spæla nøkur løg. Nøkur acapella, okkurt saman við tveimum øðrum sangarum, men tað mesta einsamøll við gittaranum. Vit sita pinnastill og alspent. 

 

Hon byrjar acapella og kemur við tí reinastu einglarøddini. Gongin í sjónleikarhúsinum fullfíggjar hetta ærliga, skirvisliga huglagið.

 

Jarðbundin og feilfrí

Eg havi næstan ikki hug at stuðla henni, av ótta fyri at henda viðbrekna røddin verður polerað í tilgongdini til eina fløgu. Eins og ein mynd ikki kann lýsa eitt sólsetur, kann ein upptøka ikki lýsa kenslurnar, ein fær av at hoyra hesar vøkru, tunglyntu tónar frammanfyri sær.

 

Hon syngur um lívið, um at vera vilst í tí, og fær ein at kenna seg ólukkuligan í einum fjálgum, listarligum hugflogi. Mítt hjarta fer at banka, meðan hon loypur millum høgar, lættar og niður í djúpar, hjartaskerandi tónar.

 

Føðingardagskonsert

Aftrat pengainnsavning hevur Sissal føðingardag. Her er borðreitt við skuffukøkum við gummibamsum, kaffi, té og øl. Nokk av ølum.

 

Tað er torført at tosa við áhoyrararnar um konsertina, tí tað kennist sum, at eitt teppi er hálað undan mær. Eg siti sum eitt býtt og royni at seta orð á. "So... gott... Altso.. Mega". Eg fái mær kaku og sigi bara einki.

 

Eftir konsertina verður klappað eftir eykalagi. Hon stendur so í eina góða løtu og roynir at finna útav, hvat hon skal spæla, tí hon hevur einki lag eftir. Har stendur hon, smæðin og flóv, og fær ikki steðgað við at smíla. Tað varð til eitt lag hjá Animals, kallað House of the Rising Sun. Ómakaleysu evnini halda fram, og hóast sangurin er væl kendur, setur hon sín dám á.

 

Eitt gott leygarkvøld í Havn

Soleiðis sá hatturin út eftir fyrsta lagið. (omanfyri) Hóast mann ikki kann seta prís á list og tónleik, so vóni og vænti eg, at hatturin var væl tyngri, tá konsertin var av.

 

Eftir coverlagið gevst hon at spæla, og fólk verða sitandi til eitt prát og ein kaffimunn. Og eina løtu seinni, til øl. Høvdu bara allir føðingardagar verið so góðir.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.