Úr miðnámi at undirvísa í Gbullung

Úr miðnámi at undirvísa í Gbullung
Eftir lokið studentsprógv hava Kristina og Helena, sum so mong onnur, leitað sær til fjarskotin lond. Tó hava tær hava ikki bert fjakkað fyri at fjakka, men hava arbeitt sjálvbodnar í tríggjar mánaðir í einum skúla í Afrika
25.04.2016 - 13:45

Pætur Jákupsson hevur skrivað

 

Í januar 2016 fóru Kristina og Helena saman við 11 øðrum til Ghana á eina ferð, sum Mellemfolkeligt Samvirke skipaði fyri. At byrja við vóru tey øll saman í einum háskúla í býnum Tamale, men seinni fóru tær báðar einsamallar til lítlu bygdina Gbullung at arbeiða í einum forskúla.

 

 

Tær greiða okkum frá ferðini:

 

Í Gbullung búgva áleið 1000 fólk, og tað merkist væl. Øll kendust, vóru fitt og vildu tosa við okkum um, hvussu vesturheimurin er.

Tey hava ikki hús, men búgva í smáum smáttum. Tær smátturnar, ið eru á sama øki, mynda eitt sokkallað "compound". Í miðjuni í hvørjum "compound" gera tey mat til øll, sum búgva í teirra øki.

 

 

Menninir í bygdini vóru nærum allir bøndur og arbeiða bara í regntíð, ið vanliga byrjar í juni. Tískil sótu teir fyri tað mesta og prátaðu, meðan konurnar gjørdu alt arbeiðið við hjálp frá børnunum. Tær heintaðu vatn, vaskaðu klæðir, gjørdu alt tað húsliga arbeiðið, gjørdu mat o.s.fr.

 

 

Í Gbullung eru tey muslimar og hava sterkar átrúnaðarligar siðvenjur sum t.d., at biðja fimm ferðir um dagin. Eisini var vanligt hjá monnunum at hava fleiri konur.

Vit luttóku í sera nógvum brúdleypum, dópum og jarðarferðum. Hesar siðvenjur varða í fleiri dagar og eru sera litríkar og stuttligar við afrikanskum dansi og mati, ið tey gera í felag.

 

 

Vit løgdu serliga merki til friðsæluna og blíðskapin hjá fólkunum í Gbullung. Hóast fátæksligu umstøðurnar (onki rennandi vatn, vesi ella køkar), so møtti tú ongum, ið ikki heilsaði uppá og prátaði eina løtu. Tey liva í løtuni og høvdu aldrin skund - ta mentanina vóna vit at taka heim við okkum.

 

 

Yvirornað var endamálið við okkara ferð at hjálpa til í bygdini, men serliga forskúlanum. Har ganga 112 børn og eru bert tveir lærarar, so vit høvdu nógv at gera.

Av tí at vit eru vesturlendskar, fingu vit eisini givið teimum ískoyti til, hvussu vit hildu at ymiskt kundi gerast betri. Nevnast kann at øll ikki altíð vóru hoyrd í øllum rokanum, og tí lærdu vit tey at standa í kø og at rætta hondina upp.

 

Madaha og Helena undirvísa

 

 

Ein afturvendandi trupulleiki í lítlum afrikonskum bygdum er manglandi útbúgving hjá ungum sum eldri. Við hesum fyri eyga stovnaði eldsálin Madaha forskúlan til børn millum 3-5 ár. Har ganga nú 102 næmingar, og tveir lærarar undirvísa, sum eisini arbeiða sjálvboðið, teirra millum Madaha.

 

Helena og Kristina saman við Madaha

 

Framtíðin hjá skúlanum sær tíverri ikki bjørt út. Hóast skúlin hevur fingið grundstykki, so eru ikki pengar at byggja fyri. Flokshølini hava higartil verið í læntum hølum, men tað hevur gjørt alt sera trupult, og tey vita ikki, hvussu leingi aftrat tey kunnu læna hølini.

 

Vit hava verið ómetaliga hepnar at verða partur av megnar arbeiðinun hjá Madaha, sum veruliga gagnar børnunum hvønn dag. Men fyri at tað framvegis skal ríka um lív teirra og lata upp núverandi læstar dyr, er neyðugt við fíggjarligum stuðli.

 

Tí hava vit stovnað eina konto, sum fólk kunnu lata pengar, sum fer óskerdur til skúlans virksemið. Tað gongur framá við at savna inn pengar, og vit vilja hjartaliga takka øllum, sum hava stuðlað!

 

Meira um innsavningina er á okkara facebooksíðu.

 

Grundstykkið hjá skúlanum

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.