Voxpop: Festivalgestir um Summarfestivalin

Voxpop: Festivalgestir um Summarfestivalin
Vit spurdu nakrar vælhýrdar festivalarar fýra spurningar
05.08.2016 - 20:30

Iris Gerðisá

 

Tónleikur ella ball?

- Eg eri so ikki komin fyri ballið, so tað má vera tónleikurin.

 

Hvat heldur tú um skránna?

-Hon er kul nokk. Serliga er Grandmas Basement gott. Eg havi heilt erligt ikki hugt so nógv eftir skránni.

 

Hvat gleðir tú teg mest til?

- Grandmas Basement.

 

Yvirnáttar tú?

- Koyri ímillum.

 

Tráin Petursson Nónklett

 

Tónleikur ella ball?

- Eg eri vegna Amnesty. Vit eru í gongd vit eitt átak “Sex krevur samtykki,” so vit deila faldarar og tatoveringar út.

 

Hvat heldur tú um skránna?

- Eg kundi ikki funnið uppá at brúkt pengar uppá tað. Her manglar okkurt ordiligt navn; sigast skal tó, at tað er feitt, um mann er 60+ og skal hoyra Cliffin, men eg eri 20.

 

 Hvat gleðir tú teg mest til?

- Tað man vera Highasakite og so sjálvandi 200.

 

Yvirnáttar tú?

- Koyri ímillum.

 

Petur Muller

 

Tónleikur ella ball?

- Eg eri fyri ballið. Eg áðni ikki, hvat er á skránni enn.

 

Hvat heldur tú um skránna?

- … Grandmas Basement er fínt, veit je bara.

 

 

Hvat gleðir tú teg mest til?

- …

 

Yvirnáttar tú?

- Je skal sova telt í campinum “Okur Nakrir.” Teltøkið er kul, og tað er bara heilt fínt, at pottarnir eru beint uttanfyri.

 

Karl Herup Olsen

 

Tónleikur ella ball?

- Eitt sindur av hvørjum. Kanska meira sosialt fyrrapart og so tónleikurin um kvøldið. Mann velur síni nøvn burturúr, og annars so fer mann kanska inn á gólv onkunstaðni ella gongur og sveimar.

 

Hvat heldur tú um skránna?

- Fyri mítt viðkomandi er hon ikki so góð í ár. Eg keypti atgongumerki áðrenn, og eg havi nógv vinfólk, sum fara. Tað hevur altíð verið stuttligt áður, so hví ikki?

Tað var eisini ótrúliga stuttligt ígjár, kanska serliga til Danny and the Veetos.

 

Hvat gleðir tú teg mest til?

- Eg minnist, hvussu feitt Westlife var eitt árið, so eg gleði meg bara heilt nógv til Boyzlife. Tað verður ein hittfest av einari aðrari verð.

 

Yvirnáttar tú?

- Koyri ímillum.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.