Dýrkeyptur løtuvinningur - náttúran gerst fátøk

Dýrkeyptur løtuvinningur - náttúran gerst fátøk
Plast er í matinum og undir nærum hvørjum steini. Tí skulu Føroyar ruddast og kannast og fólkið upplýsast. Undir hesa tungu byrðu eru Ingmar Valdemarson Á Løgmansbø og John Johannesen farnir
14.08.2016 - 21:45

Ætlanin er at rudda upp ymsa staðni kring landið, og samstundis kanna umhvørvið og upplýsa fólk um umhvørvisdálking. Til tess hevur Tórshavnar kommuna veitt stuðul, men teimum báðum tørvar sjálvbodna hjálp. Vit práta við Ingmar um verkætlanina.

 

Hvaðani stavar hugskotið til átakið? 

 

- Í orðinum hugskot liggur ein ábending um eitthvørt brátt – íblástur, sum brádliga rakar ein. Íblásturin til okkara verkætlan spratt tvørturímóti úr einari skuldarkenslu, sum hevur bygt seg upp yvir eitt longri tíðarskeið, har vit hava eygleitt og hugleitt um, hvussu náttúran verður misnýtt og trároynd til frama fyri eina stuttskygda samfelagsskipan, ið skapar fíggjarligan vinning úr umhvørvisoyðing. Stutt sagt hava vit átroðkandi tørv á einum kósskifti sum samfelag, bæði í Føroyum, men eisini sum heimssamfelag, og Føroyar kundu við sínum náttúruríkidømi, avmarkaðu stødd og plasering í Norðuratlantshavinum verið eitt upplagt fyridømi um, hvussu eitt samfelag kann skipast á burðardyggan hátt.

 

Ingmar Valdemarson Á Løgmansbø 

 

Myndirnar eru ávikavist frá Sandagerði og Yviri við Strond 

 

Stuttskygd og framtaksleys

- Vit eru á einum vegamóti ávegis inn í eina óvissa framtíð. Liviháttur okkara fer uttan iva at broytast, sum tey komandi áratíggjuni líða. Spurningurin er bara, um tað verður ein avleiðing av okkara tilvitaðu átøkum og avgerðum, ella ein avleiðing av okkara framtaksloysi og stuttskygni. Dapri veruleikin er tann, at sjálvt lívsgrundarlagið, sum ger jørðina liviliga, er hótt av kollektivu gerðunum hjá okkum menniskjum í okkara sjálvsøkni. Men samstundis mugu vit gleðast um, at vit hava høvi at velja eina øðrvísi framtíð, har menniskju liva í samljóði við náttúruna.

 

 

Kommunan sær vansarnar  

- At Tórshavnar Kommuna hevur valt at veita okkum umhvørvisstuðul til at fremja okkara verkætlan vísir vónandi, at kommunan tekur undir við okkara meting, at tað er alneyðugt at verja stranda- og havumhvørvið kring Føroyar og heimin sum heild ímóti dálking av ymsum sløgum – harímillum plastdálking, ið er serstakliga torfør at basa, tá plastið fyrst er komið í umhvørvið.

 

 

Tørv á sjálvbodnari hjálp 

- Vit hava fingið veitt 30.000 kr. frá Tórshavnar Kommunu sum hjálp til at fremja verkætlanina. Hendan upphædd skal eftir ætlanini nýtast til at keypa kameraútgerð, seta upp og reka eina heimasíðu og til ferðslu umframt annað. Aftrat hesum fara vit at fáa tørv á sjálvbodnari hjálp frá almenninginum í teimum bygdunum og økjunum, har vit fara at rudda. Hesum fara vit at boða frá, so hvørt sum vit koma runt til tey ymsu økini runt landið.

 

 

Órudd hvørvir ikki  

- Jørðin er ein stór samansett skipan. Alt livandi er bundið saman av sínámillum treytan. Dálking spjaðir seg uttan atlit til landamørk, og tískil er oftast best at tosa um og viðgera dálking og aðrar umhvørvistrupulleikar sum altjóða fyribrigdi, har øll hava eina felags ábyrgd.

 

 

Etur tú fugl, etur tú plast

- Kanningar vísa, at millum átta og tíggju millónir tons av plasti enda á sjónum hvørt ár. Hetta verður verandi í umhvørvinum, samstundis sum tað savnar skaðilig evni saman. Við tíðini gerast plastpettini so smá, at tey verða etin av fiski og fugli. Skaðiligu evnini enda í djórunum, og nøgdin av skaðiligum evnum økist upp gjøgnum føðiketuna. Hesa gongdina, ið nevnist “bioakkumulering,” kenna vit eitt nú frá grindahvali. Mett verður, at 90% av heimsins havfugli hevur etið plast. Hetta ger seg eisini galdandi í Føroyum sambært kanningum hjá millum annað Jens-Kjeld Jensen, Sjúrði Hammer og øðrum.

 

 

Mugu varðveita tað, ið varðveitir okkum

- Partur av orsøkini, til at vit tóku stig til okkara verkætlan, var, at vitanin og tilvitanin um dálking (serstakliga plastdálking) í Føroyum er avmarkað, samstundis sum vit altíð hava verið og framvegis eru ein havtjóð, ið er bundin at sjónum og gagnar ómetaliga nógv av ríkidøminum í sjónum. Vit áttu, meir enn nakar, at verið tilvitað um at varðveita og verja lívið í sjónum, ið hevur varðveitt okkum síðan teir fyrstu føroyingarnar. Tvørturímóti er støðan tann, at vit loyva dálkarum at koma til okkara at brenna skitna, bíliga tungolju; tilmælini hjá Havstovuni verða skúgvað til viks, og vit royna at menna okkara frálandavinnu, ið eftir røttum átti at verið ein doyggjandi vinna.

 

 

Kanna, rudda og upplýsa um alt landið 

- Okkara verkætlan hevur í stuttum trý endamál: at kanna, rudda og upplýsa um umhvørvisdálking í Føroyum. Vit fara at ferðast runt landið og savna alt burturkast saman, ið vit finna úti í náttúruni. Hetta arbeiðið verður skjalfest við myndum og upptøkum og almannakunngjørt á einari heimasíðu, sum nú verður farið undir at gera, har fólk kunnu síggja, hvussu støðan er viðvíkjandi dálking í teirra øki.

 

 

Tey, ið gagna mest, dálka mest

- Tað er torført at peika fingrar, tá talan er um dálking, tí vit eiga øll okkara part av kakuni. Men samstundis skulu vit ikki smæðast at tala at teimum stóru syndarunum. Tað er eingin ivi um, at einstaklingar hava torført við at dálka í sama mun sum stórar ídnaðarkempur, ið nýta nógva orku upp á at fullmenna sína oyðing av umhvørvinum til frama fyri áhaldandi, vaksandi vinningsavlopi. Ofta vísir tað seg at vera so, at tey, ið gagna mest av náttúruríkidøminum, samstundis eru tey, ið vísa tí minst ans. Tó mugu vit ikki gloyma, at einhvør fyritøka og eitthvørt samfelag einans eru hópar, settir saman av einstaklingum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.