Tak film við telefonini og vinn 10.000 kr

Tak film við telefonini og vinn 10.000 kr
Ert tú millum 14 og 20 ár? Samantvinna tín málburð og filmsdugnaskap og kappast um 10.000 krónur
15.09.2016 - 18:15

Árligi Móðurmálsdagurin nærkast, og í tí sambandi skipar Málráðið fyri tiltaki, ið verður á Føroya Fólkaháskúla 1. oktober frá kl. 13-17. Á skránni verða skriviverkstova, filmar, tónleikur, framløgur, upplestur, samrøður og annað.

 

 

Í ár varpar Málráðið ljós á evnið “ung og málið”. Í tí sambandi er skipað fyri kapping, sum er fyri ung ímillum 14 og 20 ár.

 

 

Kappingin

Tú skalt taka film við snildtefelon, sum skal verða ímillum 1 - 3 minuttir langur. Filmsbrotið skal lýsa, hvat tú sjálv/ur heldur er mál. Mál kann verða so mangt, siga tey í Málráðnum. Undirevnið er “sjón”, og tað skal eisini koma reiðiliga til sjóndar í filminum.

 

Freistin at senda filmin er komandi mánadag, 21. september.

 

 

Les meira um tiltakið her

Les kappingarreglurnar

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.