- Tey bóðu meg lata vera

Mynd frá upptøkunum behind the scene í filminum Skuld hjá Heiðrikki á Heygum
- Tey bóðu meg lata vera
Tað einasta ráðið, sum eg nakrantíð havi fingið, er: Lat vera! Og hetta er júst tað, sum hevur eggjað meg til at gjørt tað, sigur 19 ára gamla Maria Tórgarð, sum er ein av teimum, ið hevur fingið sín egna stuttfilm við í Geytan 2016
26.11.2016 - 03:45

At fáa sín stuttfilm við í Geytan er serligt, men tað er enn serligari at teljast millum yngstu leikstjórarnar í kappingini. Tað er júst tað, 19 ára gamla havnargentan, Maria Tórgarð, ger.

 

Tað er tó ikki uttan orsøk, at Maria Tórgarð hevur megnað at fingið sín stuttfilm við, tí hóast unga aldurin, er hon tó ikki óroynd í filmsvinnuni. Hon hevur arbeitt við stórum leikstjórum í Føroyum, so sum Heiðrikki á Heygum. Harafturat hevur hon arbeitt við ymsum uppgávum á fleiri øðrum produktiónum, so sum set-designari, framleiðari og kostumée. Alt hetta hevur lagt lunnar undir vaksandi áhugan hjá Mariu Tórgarð.

 

Men nú gjørdist tað hennara túrur at leikstjórna.

 

Mest ærliga arbeiði

Filmurin Frávik hevur havt sína gongd sum filmar flest í Føroyum. Øll vóru ólønt, sum vóru við í filmsframleiðsluni. Hetta gjørdi eisini arbeiðsgongdina serstaka samett við onnur størv. At biðja fólk um at stuðla henni í óløntum arbeiði er ikki bara bara, vil Maria Tórgarð vera við.

 

- Tað er eitt tað mest ærliga arbeiði, haldi eg. Øll á settinum vita, at um tey ikki leggja hjarta og sál í verkætlanina - so verður tað ikki veruleiki. Tískil verður mann eisini nógv tættari knýttur at fólkunum, ið mann arbeiðir saman við. Eingin ger tað av egoistiskum orsøkum.

 

- Hvussu fanin setir mann orð á tað?

Fyri Mariu hevði tað stóran týdning, at tey trúðu uppá hennara verkætlan. At tey so gjørdu, kendist hetta sum ein stór álitsváttan fyri hana persónliga. Tó ásannar Maria, at tað hevur verið avbjóðandi. Hon hevur ongantíð leikstjórnað ein stuttfilm áður, og tí var tað ræðandi fyri hana at leiða eina fjøld móti hennara máli.

 

- Omaná tað heila er málið fiktivt og finst bert inni í tínum egna høvdi. Hvussu fanin setir mann orð á tað? Kortini var eg heppin og fekk nógvan stuðul frá teimum, eg arbeiddi við. Eg vil siga, at mín størsta avbjóðing var at síggja út, sum eg visti hvat helviti eg gjørdi, tá alt skrædnaði undir.

 

 

Pápi Mariu var við

Tað var ikki bara arbeiðstilgongdin, ið var serlig. Eitt annað serligt fyribrigdi var, at sjónleikarin Hans Tórgarð, ið er pápi Mariu, eisini var við í filminum.

 

- Pápi er eitt tað mest løgna, men samstundis talentfulla menniskjað, eg kenni. Hann hevur hjálpt mær ígjøgnum alla hesa longu og drúgvu tilgongdina og er sjálvur komin við nógvum hugskotum afturat. Eftir sum at eg nevniliga arbeiddi við familju og vinfólki á settinum, var tað eisini ein avslappaður stemningur millum okkum øll. Eg haldi, at pápi og eg duga væl at arbeiða saman - og ikki minst virða hvønn annan sum listafólk.


 

Bóðu hana lata vera

Tó hevur Maria ikki bara fingið stuðlandi orð á leiðini. Tað er helst eingin loyna, at tað, at gera film í Føroyum krevur nógv ágrýtni og arbeiði, sum Maria eisini visti av.


- Hendan starvsgreinin er ein tann torførasta í heiminum í løtuni, og ikki minst í Føroyum, har hon í roynd og veru ikki eksisterar. Ein verður noyddur at hava sera harða húð, vil ein arbeiða við filmi. Tí er tað einasta ráðið, mann kann geva, er: Ikki ger tað. Kærleikin til filmslistina verður altíð skumpaður til viks av tí heilt serliga tørvinum og trongdini av at gera tað.

 

Brot úr stuttfilminum Frávik, har Anna Poulsen eigur høvuðsleiklutin

 

Frávik - ein satira 

Filmurin hjá Mariu, ið verður við í Geytanum í ár, eitur Frávik. Filmurin gongur fyri seg í einum alternativum framtíðar veruleika, har ein sjúka er staðfest. Vit fylgja einum tíðindafólki, ið ger dokumentarfilm um ein, ið hevur fingið staðfest eina sjúku.

 

- Eftir mínari meting talar filmurin fyri seg sjálvan. Fólk kunnu leggja so nógv ella so lítið í hann, sum tey sjálvi vilja. Tey kunnu flenna uttan at tulka, ella tulka uttan at flenna.
Hóast alt er hetta ein satira, og hvussu nógv liggur undir sjálvari satiruni er altíð upp til hvønn einstakan.

 

Maria Tórgarð, leikstjóri í stuttfilminum Frávik

 

Geytin 2016 verður í Norðurlandahúsinum 11. desembur. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytan. Harafturat verður áskoðaravirðisløn eisini handað.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.