- Vinkonan fór við dreinginum
24 ára gamla Jona á Váli Olsen úr Havn nýtti ofta dating appina tinder, tá hon saman við vinkonum ferðaðist í Evropa
05.01.2017 - 15:00

Jona greiðir frá, at tær vóru fýra vinkonur, sum avgjørdu at fara at ferðast saman í Evropa. Tær nýttu fleiri ferðir dating appina Tinder til at møta lokalum dreingjum, og hetta gjørdi, at tær upplivdu støðini á ein heilt annan hátt, tí tær høvdu onkran lokalan at vísa teimum runt.

 

Tinder er ein dating app til fartelefonir og teldlar, har tú blaðar gjøgnum tær gentur ella dreingir – alt eftir, hvørjum tú leitar eftir – sum eru í ávísari frástøðu frá tær. Tú sært bert nakrar myndir, ein stuttan tekst, áhugamál og felags vinir á Facebook. Fyri at dáma onkran, skalt tú blaða til høgru, og fyri at siga nei, blaðar tú til vinstru. Um báðir partar dáma hvønn annan, so ‘matcha’ tit og kunnu skriva saman. Um bert annar parturin dámar hin, fær hin tað ongantíð at vita. Tó kanst tú eina ferð um dagin ‘superlika’ ein person, ið beinanvegin fær boðini um, at tær dámar viðkomandi.

 

- Viðhvørt høvdu vit allar fýra ‘matchað’ við hvør sín drong og møttust við teimum um kvøldið, men so hendi tað onkuntíð, at tann, sum hevði ‘matchað’ við ein, ikki helt hann vera so áhugaverdan allíkavæl, men at onkur onnur vinkona helt hann vera áhugaverdan, og so hugnaðu tey sær bara í staðin. Tað var nokk so stuttligt, sigur Jona flennandi.

 

Appin riggar kanska best til at finna onkran at hugna sær saman við eina løtu og at fáa lítið, uttan at tað skal hava alt ov nógvan týdning, heldur Jona. Tó hevur hon eisini fingið ein góðan vinmann (ja, bara vinmann), sum hevur verið og vitjað hana í Bretlandi, har hon nú lesur, og tey halda sambandið.

 

- Eg og Tinder vinmaðurin møttust í Aten, og hann vísti mær ymiskt, sum eg ongantíð hevði sæð annars. Tað var bara púra platoniskt millum okkum bæði beinanveg, hóast vit blivu ógvuliga væl. Eg haldi, at hetta hevur verið mín besta uppliving við Tinder.

 

Les eisini:

Kann mann skora við Páll Finnur Páll sangtekstum?

 

Hoyr alla samrøðuna við Jonu og meir um Tinder í útvarpssendingini RøddinLive fríggjakvøldið kl. 20.00.

 
 

 

 

Voxpop: Tey ungu og Instagram Hoyr tey ungu greiða frá um, hvat tey brúka Instagram til, um pressi at leggja eina mynd út, er nær er hon " Instaworthy?", og um týdningin av likes og sjálv image.
Podcast: Filmurin við tí stytsta plottinum nakrantíð Hvussu ger man ein film upp á 48 tímar, tá man hevur eina larmandi divalampu á settinum?
Hvør er besta venjingarmiðstøðin í Havn? Eftir at hava ummælt tær fýra venjingarmiðstøðirnar í Havn, so er tíðin komin til at finna mín persónliga vinnara.
-Tað er fantastiskt at klintra Hendur og spengur eru spentar. Fingrarnir eru krøktir í veggin. Allur kroppurin arbeiðir saman um at klintra eftir vegginum fram ímóti málinum. At náa toppin. Soleiðis kann klintring kennast
Reyvaslikkarin eg Kiss ass? so ljótt og irriterandi tað ljóðar so kann tað bøta um tína støðu, les eina hugleiðing her.