Klumma: Tá sorgin gerst verulig

Klumma: Tá sorgin gerst verulig
Smáar tvær vikur áðrenn alt hetta hendi, tá eg var og vitjaði hana hitt mikukvøldið, tosaðu vit um, hvat skuldi gerast, um nú ein av okkum skuldu doyggja sum ung
02.03.2017 - 11:45

Tað seinasta mikukvøldið, eg sá hana, var í juni mánaði. Eg hevði fingið at vita, at eg slapp við familju mínari til Onglands fríggjadagin, so eg fór ein túr at siga farvæl við vinkonuna. Summarferian var akkurát byrjað, og hetta summarið skuldi verða eitt fantastiskt summar. Summarið, sum hitaði upp til húgvuna, ið nú skuldi koma um bert eitt lítið ár. Tað var ikki óvanligt, at vit báðar møttust mitt um náttina, tí hvørgin av okkum var tann stóri sovarin. Ein kopp av Earl Grey te, kaku ella ís afturvið og tónleik aftanfyri. Hetta var eitt av teimum typisku, ideellu kvøldunum. Tað var eisini vanligt, at vit ótu spagetti, tí hon simpulthen elskaði spagetti.

 

Eg var í Onglandi, tá eg fekk tey tungu boðini. Familjan og eg vóru akkurát á einari café og bíðaðu eftir mati. Har var frítt internet, so eg tók mær kjansin at fara á Facebook, tí tað var nú eitt sindur síðani. “Ferðsluvanlukka á Tvøroyri”. Fyrst hugsaði eg, hatta kundi ikki vera nakað serliga álvarsamt, men tá eg so trýsti á greinina, stóð, at ein 19 ára gomul kvinna hevði rent á. Støðan var stabil. Við eitt byrjaðu fleiri at skriva til mín og spurdu meg, hvussu vinkonan hevði tað, um hvat var hent og um, hví hon var send niður o.s.fr. Lítið visti eg um nakað, tí eg hevði júst fatað, at tað veruliga var mín góða og fantastiska vinkona, ið hevði rent á hendan morgunin í julimánaði. Tað virkaði sum um, at einki av hesum passaði, so eg skrivaði til vinkonuna á Facebook. Eg skrivaði og skrivaði og skrivaði, men hon kom barasta ikki online. Eg ringdi til hana, og eg ringdi til vinfólkini, ið vóru heima í Føroyum. Tó vísti tað seg, at tað veruliga var hon, ið hevði rent á.

 

Eg var í tokinum, tá eg fekk at vita, at hon longu var farin herfrá. Fyrst gjørdist eg ill, tí fyri meg hevur tað altíð verið lívsneyðugt at kunna siga farvæl við fólk, og nú var hon bara farin. Og eg hevði ikki fingið sagt farvæl fyri seinastu ferð. Tað gekk ein løta, og so byrjaði eg at gráta. Eg græt og græt og eg græt - allan vegin heim aftur til Føroyar, og allan vegin niður til Danmarkar, har eg fyri seinastu ferð slapp at síggja hana og hennara vakra andlit. Tað var kalt at koma inn í rúmið, har hon lá. Tað fyrsta eg sá, vóru beinini hjá henni og hitt hvíta lakið, ið lá á henni. Eg gekk longri inn í rúmið og sá á hennara friðsæla og vakra andlit. Hon sá út til at sova, men hon hevði tó eitt løgið dám yvir sær. Alt var so friðsælt, og eg føldi meg eitt sindur heima aftur, tá eg sá hana. Eg gekk yvir til hennara, teskaði henni í oyra, at eg skuldi klára 3.g fyri hennara skuld, og at eg nokk skuldi fáa húgvuna fyri okkum báðar. Vit høvdu báðar stríðst eitt sindur við skúlagongdini áður og vóru tí báðar SO spentar at fáa húgvuna komandi summar. Soleiðis skuldi tað tó ikki vera. Við einum kossi á kalda kjálka hennara segði eg henni farvæl og fór út úr tí kalda rúminum. Eitt sindur av gleði var í mær, av tí at eg fekk sagt farvæl - tó rúmaði sorgin meir. Kærleikin var so stórur, og eg fekk ikki givið hann víðari til hennara. Hon fór, áðrenn hennara tíð yvirhøvur var komin, og tað pínir meir, enn orð kunnu siga.

 

Jarðarferðin var vøkur. Tað var sól, og har vóru so nógv fólk. Øll tey, ið ikki vóru og ferðaðust, komu til Suðuroyar at fylgja henni avstað fyri seinastu ferð. Tað var tungt at sita í kirkjuni og hoyra øll lata hesi sorgarbundnu ljóðini frá sær, suffa, puffa og snýsa. Tað gekk skjótt, so vóru vit liðug í kirkjuni. Fyri meg virkaði tað, sum tók tað bert einar 5 minuttir, so var hon niðri í jørðini, og so fóru fólk spakuliga avstað, hvør til sítt.

 

Smáar tvær vikur áðrenn alt hetta hendi, tá eg var og vitjaði hana hitt mikukvøldið, tosaðu vit um, hvat skuldi gerast, um nú ein av okkum skuldu doyggja sum ung. Tað var nakað, hon oftaði tosaði um. Tað virkaði heilt óveruligt, at hetta faktiskt var viðkomandi nú, tí eg hugsaði ongantíð veruliga, at hon, ella eg, longu skuldu fara hiðani.


Hesar vóru hennara treytir:


1. Flennið, sjálvt um tit eru til mína jarðarferð.
2. Takið eitt skot av rom í part fyri meg, og um tit ikki dáma rom ella at drekka, so eitt skot av cola.
3. Ballist víðari fyri meg - tit eru ung, og skulu hugna tykkum, hóast alt.
4. Gerið student liðugt fyri mína skuld.
5. Fylgið dreymum tykkara.

 

 

Fyri stuttum sótu vit í samkomuhøllini í Hoydølum til minningarhaldið, og hoyrdu sorgblíðu orðini úr yndissangi hennara:

“Baby, I've been here before

I've seen this room and I've walked this floor (you know)

I used to live alone before I knew ya

And I've seen your flag on the marble arch

And love is not a victory march

It's a cold and it's a broken Hallelujah”

 

Hav í huga, tá tú sigur farvæl við onkran, at tú ikki veitst, um tað er fyri seinastu ferð.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.