Playlistin: Ari Sondum Rasmussen

Playlistin: Ari Sondum Rasmussen
Tjekka playlistan hjá Ari út!
11.03.2017 - 13:00

 

Hesa ferð er tað 17 ára gamli Ari Sondum Rasmussen, sum fer at deila sín playlista við heitinum “Nonango”. Ari vil vera við, at sangirnir á playlistanum eru eitt “mix and match” ímillum tónar, ið hava nógvan týdning fyri hann, og aðrar, ið bara ljóða fantastiskt.

 

- Tónarnir, sum eg lurti eftir, eru sum oftast bundnir at einum minni, sum varð skapt samstundis við, at eg lurtaði eftir einum sangi. Sangurin 80’ini hjá Frændur fer ongantíð at vera tað sama eftir at hava verið við í sangleikinum Feitar Tíðir. Aðrir sangir eru bara feitir, so sum sangurin Never Meant hjá American Football, sum hevur genialt gittar spæl, men minni góðan tekst, sigur Ari.

 

 

Ari fær sangir ymsastaðni frá. Hann fær teir frá vinfólkum og mammu síni, og so finnur hann eisini sangir á Spotify og hoyrir teir í filmum og serium. Hann hevur t.d fingið sangin “Julee Cruise” frá Twin Peaks. Heitið á playlistanum merkir níhyrningurin. Ari heldur, at hetta heitið kann setast í samband við, at playlistin nertir við fleiri økir. Men Ari sigur tó, at um hann skal “vera heilt real”, er heitið stolið frá King Gizzard.

 

- Onkrir sangir á playlistanum er vaporwave, okkurt er gothic folk, og annað er bara heilt sleiskt jazz. Hesin playlistin avmyndar allan tónleikin, ið eg havi savnað saman seinastu árini, men hann er eisini bert ein lítil brotpartur av tí. Um onkur hevði spurt, um eg kundi gera teimum eitt mixtape av tónleikinum, ið eg lurti eftir, so hevði hesin playlistin heilt sikkurt verið tað. Hann er góður til alt, sigur Ari.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.