Hvar skal kjólin keypast?

Hvar skal kjólin keypast?
Vit eru longu væl ávegis inn í apríl mánað, tíðin, har pisur klekjast og húgvurnar koma á høvdið. Men fyrst er endaballið! Hygg her, hvar kjólin kann keypast
30.03.2017 - 19:30

Tað eru nógvar ymiskar heimasíður, har tann heilt perfekti kjólin kann keypast. Røddin hevur gjørt ein lista:
 

  1. Asos
     
  2. Lulus
     
  3. Miss Selfridge
     
  4. Nelly
     
  5. Tobi
     
  6. Boohoo
     
  7. Aliexpress
     
  8. NA-KD
     
  9. Lux Noire
     
  10. Sammy Dress

 

 

Tá tú skalt keypa ein kjóla á netinum, eru tað nøkur ting, tú skalt hugsa um, áðrenn tú trýstir á ‘checkout’ og møguliga spillir eina rúgvu av pengum uppá ein kjóla, tú kortini ikki kundi brúka. Niðanfyri er ein tjekklisti, sum skal tjekkast av, áðrenn tú keypir kjólan.

 

  1. Shipping
    Kanska eitt tað týdningarmesta er, um síðan sendir til Føroyar. Tað er lætt at hyggja eftir tí á heimasíðuni. Tað hevði verið smart at gjørt tað, áðrenn tú byrjar at hyggja eftir kjólunum, tey hava.

     
  2. Tað tekur eisini tíð
    Hugsa um, at tað tekur í hvussu er 2 vikur at fáa heim, um ikki meir, so at keypa kjólan akkurát 2 vikur frammaundan ballið sjálvt, er alt ov knapt.

     
  3. Rætti liturin
    Tað er sjálvandi neyðugt, at liturin riggar til tína húðfarvu. Um tú er bleik, so er tað kanska ikki so smart at fara í ein svartan kjóla.

     
  4. Mátini
    Tað standa altíð nøkur mát uppá kjólan, og støddirnar, ið eru, so tí skal man altíð máta seg sjálvan fyri at kanna, um tú passar kjólan. Tað gevur lítla meining at keypa ein dýran kjóla og so satsa uppá, at man kanska, kanska ikki, passar hann, tá hann einaferð kemur.

     
  5. Skulu ting matcha til kjólan?
    Tað er sjálvandi ringt at skula finna útav, hvat tú skalt í til kjólan beint tá, men um tú veitst nøkulunda hvat slag av stíli, tú ætlar tær í til ballið, so keyp eftir tí. Tað er býtt at keypa sær ein grønan kjóla, um tú ætlar at matcha hann við bláar skógvar.
     
  6. Skógvar, sjálvandi!
    Øll ganga í skóm. So sjálvandi skalt tú hugsa um, hvørjar skógvar tú skalt matcha til tín kjóla.


 

Tú kanst eisini bara ikki fara í kjóla, og gera okkurt líknandi, tí hvør sigur at man skal í kjóla?

 

Góðan shoppihug!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.