Stuttsøgukapping á Glasi
- Skúlin hevur havt kór og skipað fyri sangkvøldum í eitt mannaminni, men enn hevur einki verið gjørt við kreativa skriving, sigur Sámal Soll, ein av fyriskiparunum
09.04.2017 - 14:15

Nú hava allir næmingar á Glasi møguleikan at luttaka í stuttsøgukapping, har tríggjar tær bestu søgurnar fáa vinning à ávikavist 3000, 2000 og 1000 kr. Umframt peningavirðisløn fáa bestu søgurnar møguliga tilboð um ritsjórnarliga viðgerð við útgávu í hyggju. Hetta er altso ein gyltur møguleiki hjá tær, ið dámar væl at skriva.

 

- Endamálið við kappingini er at birta upp undir hugin hjá næmingum til kreativa skriving. Skúlin hevur havt kór og skipað fyri sangkvøldum í eitt mannaminni, men enn hevur einki verið gjørt við kreativa skriving, sigur Sámal Soll, ið er ein av fyriskiparunum.

 

Stuttsøgurnar skulu skrivast á føroyskum, og tær skulu ganga fyri seg í nútíðini í Føroyum. Markið er 2000 orð, so spar uppá orðini!

 

- Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, og arbeitt verður ímóti at skipa fyri skriviskeiði á skúlanum til næstu ferð, leggur Sámal Soll afturat. 

 

So um tú hevur ein lítlan rithøvund í tær, skriva so eina stuttsøgu. Freistin senda hana inn er 1. mai. 

 

Les meira um kappingina her.

 
 

 

 

Interview við Moddi Moddi hevur verið á drúgvari konsertferð og endaði ferðina í Føroyum. Hann greiðir frá konsertferðini, og prátar um alt frá verkætlan hansara til hálvtrýss ára gamlar konur.
Snarskeið í at skriva BV3 Stress, stress og meira stress
Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? Eg eri takknemlig, eg eri glað, og eg vildi ikki havt tað á ein øðrvísi hátt. Men tað vilja øll hini.
Bitcoin fyri býttlingar Eitt gott tip hevði verði at keypt sær Bitcoin fyri nøkur oyru í dag aðrenn tað er forseint, men sjálvandi bara nýt pening, ið tú er klár/ur at missa.
Interview við Koba & Vatnhamar Hygg við hósdagin 14. desember, tað verður feitt!