Snapchat filtur fyri kynsgøgnini

Mynd úr lýsingarfilminum
Snapchat filtur fyri kynsgøgnini
Pornhub ynskir, at tínar fúlu myndir gerast nossligari
25.04.2017 - 20:02

Pornhub, heimsins størsta porno-heimasíða, ynskir, at tú kanst sleppa at senda ella posta tínar nakinmyndir,uttan at tað skal fáa avleiðingar.

 

Tey eru nevniliga komin fram við appini TrickPics. Hendan appin virkar eitt sindur sum Snapchat; har eru filtur, ið kunnu bæði fjala tíni kynsgøgn og gera tey skemtilig.

 

Hetta skuldi mann ikki trúð, at tað var ein marknaður fyri, tí flest fólk vilja helst ikki, at fólk skulu flenna at teirra intimu kropslutum.

 

Í appini kanst tú velja millum fleiri ymisk filtur, til dømis kunnu genturnar fáa propellir á boppurnar, og samstundis kunnu dreingirnir koyra eina auberginu (eggplant), har tað vanliga ikki er ein.

 

Varðastjórin í Pornhub sigur í skrivi, at hetta ikki er so løgið, sum tey flestu halda.

 

"Selfies eru blivnar ein vanligur háttur at útrykkja seg sjálvan á. Har eru so nógvir ymiskir hættir at taka eina selfie. Flestu av okkum taka myndirm tá vit hava verið og vant, og somuleiðis taka fleiri av okkum nakinmyndir, hóast tað eru fleiri, ið ikki tora at viðganga tað. Munurin er ikki so stórur."

 

Í dagsins samfelag er onki ein loynidómur. Fólk deila alt á Instagram, Facebook og Snapchat, eisini nær tey fara á ves. Tó vilja fleiri av hesum miðlum ikki hava hesar myndir. Her ber til at nýta TrickPics. Loyvt er nevnliga at leggja myndir út um tær fjala mest intimu lutirnar.

 

"Okkara fjepparar kunnu nú leggja fúlu myndir sínar út á ein skegan og kreativan hátt."

 

Appin er ókeypis, og tað ber til at taka hana niður á bæði AppStore og Googe Play. Higartil hava næstan ein hálv millión tikið hana niður.

 

Til ber at síggja ein heldur skemtiligan lýsingarfilm um appina her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.