House of Cards er aftur!

30. mai koma hesi bæði aftur
House of Cards er aftur!
"One nation, Underwood"
04.05.2017 - 18:35

Skjótt kanst tú síggja tín yndis politikara, Frank Underwood  aftur, tí nú kemur fimta røðin av House of Cards út!

 

Seinasta røðin kom út fyri meira enn einum árið síðan, og ert tú fjeppari av røðini, hevur tú sikkurt glett teg líka síðan.

 

Marketing-toymið handan røðina hava verið skemtilig og snúð. Tey valdu nevnliga dagin tá Trump varð tikin í eið, at almannakungera, at nýggja røðin kemur 30. mai.

 

Nú hava tey so eisini lagt ein brellbita út á Youtube. Brellbitin sigur ikki nógv um, hvat vit kunnu hava í væntu, men hann vísir, at enn er onki broytt. Maktgreði, sex, snýt og spenningur enn eru í hásæti.

 

Hevur tú ikki sæð røðina?

 

Uttan at siga ov nógv snýr røðin seg um Frank Underwood, konu hansara Claire Underwood og sjúku maktgreði teirra. Tey bæði skúgva alla mótsøðu til viks fyri at náa toppin, heilt til Hvítu Húsini, kosta hvat tað kosta vil!

 

Røðin kann viðmælast av so at siga øllum og hóast hon snýr seg um politikk, er hon als ikki moðin.

 

En nært tú at blíva ajour og síggja hinar partarnir, innan nýggja røðin kemur út.

 

Vónandi er hetta ikki seinasta røðin, og lat okkum vóna at Frank Underwood framvegis verður á skíggja í 2020, 2024, 2028, 2032 og 2036

 

Nýggi brellbitin er at síggja her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.