Ert tú eitt offur fyri FoMo?

Ert tú eitt offur fyri FoMo?
Les um ein av teimum størstu trupulleikunum, sum ung í dag stríðast við
24.09.2017 - 19:51

Tað er leygardagur, og øll tíni vinfólk eru farin í býin, og man er fastur heima saman við familjuni. Man er ræstleysur, og tað kennist, sum øll hava tað stuttligari enn tú. Man situr so leingi og hugsar og spekulerar um, hvat hini gera, at man als ikki fær notið dýrabaru tíðina saman við familjuni. Tá klokkan verður nóg nógv, klárar man ikki at halda sær aftur og endar í býnum.

Kennir tú væl til hesa støðuna, hevur tú verið eitt offur fyri FoMo, og tú skalt heilt víst lesa víðari.

 

 FoMo? Hvat er tað?

 

FoMo er eitt enskt hugtak, ið er ein stytting fyri Fear of Missing out. Í 2013 bleiv orðið nýtt í kendu orðabókini Oxford Dictionary. Heilt ítøkiligt merkir tað, at tú alla tíðina hevur kensluna av, at alt tað stuttliga og hendingaríka hendir á teimum støðum, tú ikki ert á. Tú hevur tað sera ringt við at fara frá einum balli, fundi, møti ella arbeiði, tí tú ert bangin fyri, at okkurt spennandi fer at henda, ið tú ikki fert at vera ein partur av.

 

Økja sosialir miðlar um FoMo?

 

Tað er ikki heilt víst, hvørt FoMo er eitt nýtt ting ella ikki. Eftir mínari meining og kanning, so hevur tað altíð verið ein partur av samfelagnum. Eg vænti, at fólk hava altíð havt tað trupult við at t.d. vera á bygd meðan ólavsøka er í Havn. Men tað er heilt víst, at síðan lívið hjá øðrum er vorðið so alment, eru tað fleiri og fleiri, ið líða av FoMo. Man sær onnur á barr, til spennadi tiltøk, kappingar og annað, og man fær als ikki frið í sálina. Hóast man situr saman við trimum av sínum nærmastu vinum, so hevur man konstant sosiala kontakt við onnur, ið eru alla aðrastaðni enn saman við tær.

 

Ung sum eldri hava eisini alla tíðina tørv á at kanna sínar sosialu miðlar, tí um nú onkur skrivar okkurt umráðandi, ella onkur samskipar okkurt spennadi, sum tú vilt vera ein partur av.. Samtalur á netinum í dag er als ikki líka sum fyri fáum árum síðan. Í dag sigur man ikki hey og bei, men hevur eina samtalu koyrandi 24/7, og hetta er serliga galdandi í bólkakjatti. Man følir ofta eitt ávíst trýst á sær at vera væl við bólkakjattinum á Facebook (Messenger), Snapchat o.s.fr. Man má svara skjótt og vera við í samtaluni, tí annars er tað lætt at føla seg uttanfyri.

 

 

 

Steðga við at hugsa um, hvat onnur gera, og hvat tey hugsa um teg

 

Her eru nøkur ráð, ið eru løtt at geva, men ring at fylgja. Tí at síggja, hvat onnur gera, rakar eisini okkum, og man vil al oftast vera tann við “feitasta” lívinum. Tí tá alt kemur til alt, so eru tað fá, sum onki leggja í sín status. Nógv av okkum vilja hava okkurt, onnur ikki hava (t.d. nýggjastu merki-klæðini, eitt feitt arbeiði, ein populeran status o.s.fr.). Man hevur tað ofta lætt við at samanbera sín sosiala status við onnur, ið hava ein hægri status enn ein sjálvur. Kanningar vísa, at hetta er alt annað enn gott fyri okkara mentalu heilsu.

 

Ein ringrás, ið ikki endar

 

Hóast vit ofta vita, at tað, onnur koyra á netið ikki er veruleikin, so føla vit, at vit sjálvi mugu koyra okkurt út við boðskapinum: ”Hygg her, eg havi eisini eitt feitt lív”. Hetta kann virka lekjandi fyri okkara FoMo, men sum tíðin gongur, so hava vit tørv á at gera júst tað sama umaftur og umaftur.

 

Hví vit hava tað so? Ja, tað er ósvaraði spurningurin, sum internet-serfrøðingurin og ein av uppfinnarunum av Flikr segði:

 

“Social software is both the creator and the cure for social network”

 

Persónliga havi eg gjørt til vana, at ongantíð taki mína telefon við til borðs, og eg havi hana sum heild ikki hjá mær, tá eg eri saman við familjuni. At sløkkja 4G, tá man fer spennadi túrar í t.d. nattúruni gevur eisini ein vissan frið. Persónliga ynski eg ikki mínum ringasta fígginda, at FoMo skal stýra dagligdegnum. 

 

At enda vil eg siga, at eg vóni, at øll finna sín egna hátt at halda skil á sínum FoMo. Tað er nemliga ógvuliga tídningamikið, at man er tilvitaður um tað, so man ikki letur tað vera ein størri trupulleiki, enn tað í roynd og veru er.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.