- Føroyar eru bara so lítlar

- Føroyar eru bara so lítlar
Anarkisma, bodyshaming og endurnýstla, síggið samrøðu við Annu Sofiu Skoradal her!
04.10.2017 - 08:29

Tóra Pálsdóttir Isholm og Sólveig á Torvlaðnum hava gjørt samrøðuna 

 

Tað kann ofta tykjast strævið at vera ung í Føroyum, av tí at vit eru so fá, og tað er ringt, at flest øll vita, hvør tú ert, og hvat tú fæst við. Men hvussu er tað at koma aftur til Føroyar eftir at hava verið burtur í eitt ár og sæð ein annan heim enn ta lítlu bobluna, sum vit liva í?

 

16 ára gamla Anna Sofía Skoradal er akkurát komin aftur til Føroyar eftir at hava verið á eftirskúla í Danmark í eitt ár. Hetta eftirskúlaárið hevur broytt og ment hana uppá nógvar mátar. Hon er farin at keypa í endurnýstlu-handlum, hon hevur upplivað Christiania og er farin frá at vera tjóðveldisfólk til at vera anarkist. Alt hetta hevur gjørt, at hon hevur ringt við at venja seg við at vera í Føroyum aftur. Hon heldur, at Føroyar mangla ymisleika, hon hevur t.d. ikki sæð nakran “hard-core rokkara” ella ein “plastikk-perkara” í Føroyum. Hetta saknar hon nógv.

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.