Jólainnkeyp sum lesandi

Jólainnkeyp sum lesandi
Nú er aftur jól, og sum lesandi fáa vit ein tungan fíggjarligan stein at bera. Les her og fá meira at vita um, hvussu tú best sparir sum lesandi
05.12.2017 - 15:57

Jólini koma so sníkjandi, og tað er tíð til at tøma kontuna. Men, sum lesandi kann tað pína sálina at hugsa um øll tey, sum man vil keypa gávur til, men sum mann í roynd og veru ikki hevur ráð at keypa eina gávu til. Umframt jólagávur so er eisini jólaborðhald, jólatiltøk og summi skulu eisini allar helst ein túr av landinum. Tá man er undir peningaligum trýsti, sum helst øll lesandi ella ung eru, so er tað týdningarmikið at gávurnar, sum man keypir, eru gjøgnumhugsaðar og persónligar heldur enn at vera dýrar og ópersónligar.

 

Men hvussu ger man tað? Hvussu skal man røkka øll síni kæru við einum so lítlum búsketti? Tann spurningin hevur Røddin sett sær, og her eru nøkur ráð, ið kunnu hjálpa tær á veg.

 

Smærri og færri gávur

 

Eitt av tí fyrsta, tú kanst gera, er, at velja tær nøkur heilt fá fólk at keypa gávu til. Við øðrum orðum so skal tað samsvara við tína fíggjarliga støðu. Men tað merkir ikki, at summi verða gloymd. Tú kann nevniliga geva teimum “gloymdu” eitt jólakort við rørandi orðum og sindur av bommi ella kanska okkurt heimagjørt. Sum tey gomlu siga, so er tað týdningarmesta við jólunum, at vit senda okkara næstu ein kerligan tanka.

 

Ger eina fíggjarætlan

Kanna hvat hini í familjuni og vinfólkini brúka uppá tína gávu. Ger kanska eina avtalu við tey, og sig hvussu nógv tú brúkar uppá teirra gávu, so tit kunnu hava eina greiða avtalu, so eingin verður fyri skommum. Eisini er snilt at gera eitt yvirornað tal av pengum, ið tú ætlar at brúka uppá allar jólagávurnar til samans. Hettar gevur tær nógv størri yvirlit, og tað er alsamt lættari hjá tær at deila pengarnar runt, so øll fáa eina rímiliga gávu. Og um tú veit, akkurát hvussu nógv skal brúkast uppá gávur, so er tað lítil kjansur hjá tær, at tú fert at keypa ting, ið ongin ikki hevur tørv á.

 

 

Serstakar og gjøgnumtonktar gávur ístaðin fyri dýrar og vanligar gávur

Brúka meira tíð uppá hvat viðkomandi veruliga verður glaður fyri og koyr eitt sindur av tíni persónligheit í gávuna. Á hendan hátt verður viðkomandi glaður fyri gávuna, og tú sparir pengar. Tú kanst til dømis keypa okkurt lítið og fitt, og partvís gera okkurt sjálv heima. Eisini er tað lekkurt hjá móttakaranum, at fáa okkurt øðrvísi.

 

Steðga við samanberingum

Eitt av tí býttasta, vit kunnu gera, er, at samanbera tær gávur vit keypa við gávur, onnur keypa til síni kæru. Tí so kunnu vit føla okkum býtt og uppá ein hátt minni statt. So um tú til dømis fer at keypa jólagávu við einum vinfólki, er tað týdningarmikið, at man ikki keypur “dýrar” jólagávur, tí viðkomandi ger tað. Tí kann tað vera gott, tó kanska eitt sindur rotið, men praktist at keypa jólagávur einsamallur, tí so heldur tú teg til tína fíggjarætlan.

At enda vil Røddin ynskja øllum eini gleðilig jól, og vit vóna, at hetta kann bøta um støðuna hjá fíggjarliga sperda studentinum.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.