Er jólatunglyndi eitt nýtt phenomen?

Er jólatunglyndi eitt nýtt phenomen?
It’s the most wonderful time of the year... sikkurt, men ikki fyri øll
20.12.2017 - 14:07

Meðan myndir av kærleika og gleði fylla handilsvindeygu, sjónvarpslýsingar og vikubløð, finnast tað nógv ung sum eldri í Føroyum, har jólini als ikki eru so full av kærleika og gleði. Stríðið at náa øll síni mál áðrenn árið er liðugt, familjutrupulleikar, sorg, fíggjarligir trupulleikar, rúsdrekkamisnýtsla og veður, ið allatíð er keðiligt og myrkt. Hetta ger tað trupult hjá summum at síggja jólini sum eina gleðiliga hátíð.

 

Tá ið man allatíð verður mintur á hvussu gleði og kærleiki skal síggja út, so kann mann skjótt føla seg ógvuliga lítlan, tí mann kemur í tankar um væntandi gleðina og kærleikan í sínum egna lívi. Av hesi orsøk kunnu jólini fyri tey, ið stríðast við sorg, hjartasorg, familjukonfliktum, sálarligari sjúku og einsemi, vera ein ógvuliga hørð tíð.

 

Kenslan av tunglyndi og neiligum huglagi ávirkar nógv ung um jólini, og tað geldur ikki bara tey, ið eru diagnoserað við tunglyndi. Sjálvt um tað ikki eru komin nøkur neyv tøl, ið vísa at tølini av sjálvmorð og tunglyndi vaksa um jólini, so vísa tølini at tað er um várið at flest fólk verða diagnoserað við tunglyndi. Men nógvir ekspertar innan økið siga, at jólatunglyndi er eitt phenomena millum ung. Og sjálvandi eru tað keldur, ið vísa at hetta kann prógvast.

 

Set realistisk krøv

 

At ganga runt við vónini at tíni jól skulu vera júst sum tey eru í filmum og lýsingum, gevur einans tað úrslit at tú verður skuffaður. Mann skal serliga ikki seta ov høg krøv til familjuna hjá sær, og heldur ikki vænta at jólini fara at vera lýtaleys um tað er ein “siðvenja” at familjan hevur trupulleikar, tá jólini eru í nánd. Eisini um tú saman við familju tíni akkurát hevur mist onkran, ella tit eru farin í gjøgnum eina harða tíð saman, so ger mann als ikki støðuna betri við at kroysta gleðina úr sær og familjuni.

Tað besta er bert at takksamur fyri tað mann hevur, og ikki hugsa um alt tað mann ikki hevur. Ver glað fyri at tú hevur tvær vikur frí frá skúlanum, ver takksom fyri tey systkini, ið altíð fáa smílið á tær fram, ella bara ver takksom fyri at um eina viku endar 2017, og 2018 verður sett í gongd. At vera nøgdur við tilveruna og góðtaka sína støðu er besti heilivágurin í móti tunglyndi.

 

Tøm kalendaran

 

Á jólum merkir mann ofta eitt press á sær, tí mann vil náa øll hesi tingini mann hevur lovað fólki, men í roynd og veru als ikki hevur tíð til. Mann vil til allar jólaveitslur, adventsdøgurðar, hugna við familju og vinfólki, arbeiða og til tær avtalurnar mann hevur gjørt við síni yngru systkin, ið man helst ikki vil bróta. Mann lovar alt møguligt, ið mann als ikki nær, og um mann er kenslusamur, so kann tað enda við lættum tunglyndi, tí man er uppkoyrdur av strongd. Tí er tað týdningarmikið at mann tekur jólini heilt róligt, og ikki lovar seg til ov nógvar avtalur.

 

Ongantíð gloym tína kropsligu heilsu

 

Gjøgnum allan veturin og serliga desembermánað, hevur mann allar helst nógv at gera, og mitt í øllum rokanum gloymir mann sína kropsligu heilsu. Vit gloyma eisini at halda okkara gerandisvanar, ið halda okkum í gongd. Tað, ið serliga elvar til stress og tunglyndi, er tá ið kroppur tín ikki fær ordiligan mat. Eisini drekka nógv ung ógvuliga nógv um jólini, og tað ávirkar serliga kroppin, líkasum við timburmonnum og moralskum.

 

Eitt gott ráð kundi verið at hildið seg frá rúsdrekka, tí um mann í forvegin hevur tað lætt við at føla seg tunglyntan, so ger rúsdrekka bara støðuna verri. Men tey flestu vita, at tey drekka líkamikið hvat, men mann kann altíð drekka við skili.

 

At enda vil Røddin bara ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól. Takið tað bara heilt róligt, og ikki verið skuffað, um alt ikki verður sum tit vónaðu.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.