Topp10: Heimsins ríkastu

Topp10: Heimsins ríkastu
Fult av gomlum monnum...
04.01.2018 - 11:49

Hvørt ár ger amerikanska blaðið Forbes ein lista yvir heimsins ríkastu milliarderum, og nú er listin yvir 2017 komin út.

 

Higartil eru tað 2043 milliarderar kring allan heimin og 56 av teimum eru undir 40 ára aldur. Samstundis eru bert 227 kvinnur á listanum.

 

Samlaða virðið á teimum er næstan 8 trilliardir dollarar, og hetta talið veksur støðugt.

 

1. Bill Gates, $86 milliardir

 

Bill Gates hevur verið nummar 1 á listanum 18 ferð. Ríkidømi hansara stavar frá heimskendu fyritøkuni Microsoft. Bara síðani í fjør, hevur hann fingið 11 milliardir meira og hann hevur tvífaldað sítt ríkidømi uppá 10 ár.

 

2. Warren Buffet, $75,6 milliardir

 

Warren Buffet er amerikanskur íløgumaður og eigari av holdingfelagnum Berkshire Hathaway. Hann hevur verið heimsins ríkasti fyrr, men er síðani blivin koppaður av Bill Gates. Teir hava næstan altíð kappast við hvørjum øðrum um fyrsta plássið.

 

3. Jeff Bezos, $72,8 milliardir

 

Jeff Bezos er stovnarin og eigarin av Amazon.com, og tað er har hansara ríkidømi kemur frá.

 

4. Amancio Ortega, $71,3 milliardir

 

Spanski Amancio Ortega stovnaði klædnafyritøkuna Zara í 1975. Zara er síðani blvin ein av heimsins størstu klædnahandlum, tað hevur so smittað av, og gjørt hann ein av heimsins ríkastu.

 

5. Mark Zuckerberg, $56 milliardir

 

Tú kennir hann sikkurt, hann stovnaði Facebook. Facebook hevur 2 milliardir aktivir brúkarar, tað merkir, at 27% av øllum heiminum brúka Facebook regluliga.

 

6. Carlos Slim, $54.5 milliardir

 

Hann ljóðar sum ein mafiabossur, men tað er hann ikki. Hansara pengar koma frá samskiftisfyritøkuni América Móvil, sindur sum Suðuramerikanska Føroyatele.

 

7. Larry Ellison, $52.2 milliardir

 

Larry Ellison er stjóri á Oracle, sum er ein software fyritøka, akkurát sum Microsoft, bara minni.

 

8. Charles & David Koch, $48.3 millardir

 

Charles og David Koch eru beiggjar og eiga fyritøkuna Koch Industries saman. Koch Industries ger eitt sindur av øllum, alt frá asfalti til fígging. Teir deila 8. og 9. plássið saman.

 

10.  Michael Bloomberg, $47.5 milliardir

 

Michael Bloomber er kendur handilsmaður úr New York. Hann eigur fyritøkuna Bloomberg L.P. sum hevur við fígging, tøkni og miðlar at gera. Umframt at vera handilsmaður, hevur hann eisini verið borgarstjóri í New York City

 

Kelda: Forbes.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.