Ummæli: Burn Fitness

Ummæli: Burn Fitness
Næsta ummæli av venjingarstøðunum í Tórshavn og hesu ferð er tað Burn Fitness.
29.01.2018 - 23:24

Í 2016 lat Burn fitness upp í gamla handilskjarnanum í Havn. Handan venjingarmiðstøðina stendur Jákup Suni Berg, sum er eitt kent navn, hjá teimum sum fylgja við í venjing og styrkilyfting. Jákup Suni hevur áður verið føroya sterkasti maður og hevur eisini skipa fyri venjingarskeiðum kring landið.

 

 

Eins so seinast, so fari eg at hyggja at og meta um ymisku tingini tey hava at bjóða uppá í Burn og hvussu umstøðurnar eru at venja, har serligur dentur er lagdur á møguleikar hjá einum lesandi.

 

 

Upplatingartíðir:

 

 

Lesandi hava ofta ógvuliga nógv um at vera. Royndir, heimaarbeiði, arbeiði, vinir, familju, býtúrar og timburmenn aftaná, og so má man jú eisini hava tíð til at síggja nýggjasta partin av hasari seriuni, sum man hevur fylgt við í. Har eru nokk av orsøkum til at ikki keða seg. Tí er tað sera týdningarmikið at ein venjingarmiðstøð til ung og lesandi hevur “leingi” opið, til at fáa alt at ganga upp.

                              

 

Burn er opið mánadag til hósdag frá klokkan 06:00 til 22:00. Fríggjadag hava tey opið frá 06:00 til 20:00, og í vikuskiftinum frá 09:00 til 20:00. Burn kaffein hjá teimum hevur opið klokkan 10:00 til 1 tíma áðrenn afturlatingartíð, tó sunnudag til klokkan 15:00.

 

 

Enn einaferð eru upplatingartíðirnar eitt sindur ov stuttar í vikuskiftinum, eftir mínari meting. Tá man hevur so mikið nógv annað at fáast við eisini, so hevði tað verið deiligt, um til bar at fara at venja eitt sindur seinni í vikuskiftinum.

 

 

Vektir og maskinur:

 

 

Burn hevur nógvar nýmótans maskinur, rennibond og annað tílíkt. Úrvalið er fjølbroytt og sera gott. Til ber enntá at hyggja eftir hasari seriuni tú hevur fylgt við í, ímeðan tú rennir, so um tær tørvar okkurt annað at hugsa um, tá møðin kemur, so er tað ein góður møguleiki. Tey hava eisini fleiri vektir til tey, sum dáma best at halda seg vekk frá maskinunum, og heldur vilja vera eitt sindur meira “siðbundin” og halda seg til bonkpress og tílíkar venjingar.

 

 

Mær dámar sera væl úrvalið hjá Burn. Tað er kann tykjast sum eitt sindur ov nógv av tí góða, at man kann hyggja eftir seriu, ímeðan ein venur, men tað er faktiskt slett ikki so galið. Tey hava eisini nógvar ymiskar snildar vektstongir, til tey sum hava vant longri, og tørva okkurt nýtt, fyri at fáa eina avbjóðing.

 

 

Hølini:

 

 

Hølini eru rættiliga flott innrættaði og síggja ógvuliga “moderna” út. Venjingarmiðstøðin er á trimum hæddum, og tað kann tykjast eitt sindur løgið. Men so skaðar tað ikki at tá ein venur á ovastu hædd ella stendur á einum rennibandi, so kann man hyggja út ígjøgnum vindeyga og síggja niður á ta vøkru Havnina. Hetta dámar mær heilt væl. Tó haldi eg at tað tykist eitt sindur trongt, og serliga tá har eru so mikið nógv fólk sum venja í Burn, so er skjótt at tú følir at har manglar pláss. Har er ikki so høgt til loftið, sum tað er aðrastaðnis, og hetta hjálpir ikki.

 

 

Les eisini: Ummæli - Vælvera fitness

 

 

Kostnaður:

 

 

Í Burn er bíligasta haldi tú fært morgunhaldið. Hetta kostar 249 kr um mánaðin og er ein heilt sømilugur prísur. Tó kanst tú bert venja frá klokkan 06:00 til 14:00 við hesum haldinum. Til ber at keypa hald til allan dagin, tey kosta tey 100 kr meir. Eisini hava tey “pluss” haldini, har tað inniber at tú fært atgongd til gosbað, hitarúm og ymiskt annað.

 

 

Tey hava tilboð til lesandi, soleðis at tað kann kosta so lítið sum 199 kr um mánaðin. Hetta er eitt rættiliga gott tilboð, samanborið við hvat tað kostar at venja aðrastaðnis. Tá ein stríðist við peningi undir lesnaði, tí studningurin ikki altíð røkkur so langt og ikki øll hava tíð at arbeiða tað heilt stóra, so er hetta ein góð hjálp, um ein ynskir at venja.

 

 

Serlig ting:

 

 

Tá tú ert troyttur eftir eina harða venjing, so er tað orduliga deiligt at kunna seta seg í eitt gosbað ella hitarúm at slappa av. Ella um tú hevur ein dag at slappa av í, so kann tað eisini vera deiligt at fara í teirra sokallaða "spa". Sum heild dámar mær bara væl gosbað og hitarúm, og haldi tað vera eitt feitt hugskot, at bjóða tað til limir.

 

 

Har eru ofta nógv fólk, um tú ert og venur eftir skúlatíð ella arbeiðstíð. Summi eru eitt sindur smæðin, víðvíkjandi teirra venjing, og dáma ikki so væl hetta. Men har eru eisini tey, ið eru heldur meira ósmæðin, og hjá teimum kann tað vera motiverandi at síggja onnur, ið eisini stríðast fyri at fáa/viðlíkahalda ein sunnan kropp.

 

 

Heildarmeting:

 

 

Mær dámar sera væl Burn fitness. Góðar og nýmótans maskinur, og vektir í einum breiðum úrvalið. Har er eitt vakurt útsýni. Tú fært nakað eyka, sum tú ikki fært nakra aðra staðnis í venjingarmiðstøðunum í Tórshavn. Tey hava ógvuliga góð tilboð til lesandi og hetta er avgjørt eitt stórt pluss.

 

 

Hølini liggja mitt í miðbýnum, og hetta kann vera bæði hent og eitt sindur trupult. Hjá lesandi, ið ikki hava ein bil, so eru ikki nógv støð, ið hava eins gott buss samband sum Burn hevur. Tó kann tað vera nokkso keðiligt, um tú ert ein av teimum, sum koyrur bil, tí tað er ofta ógjørligt at finna parkeringspláss í miðbýnum.

 

 

Tó er nakað, sum eg veit at ikki eri einsamallur í at halda, sum er eitt sindur minnið gott. Av tí at Burn er so mikið væl umtókt, so eru ofta nógv fólk har, og tá kunnu hølini tykjast eitt sindur smá og tronglig.

 

 

At enda út frá hesum metingum, fari eg at geva Burn Fitness, 5 út av 6 R’um.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.