Umstøðurnar eru ikki nøktandi

Umstøðurnar eru ikki nøktandi
Skate’arar eru ikki nøgdir við umstøðurnar í Føroyum.
08.02.2018 - 16:59

Áhugin fyri skating er alsamt vaksandi, og við nýggju flytføru rampuni og fleri felagstiltøkum er vorðið hugaligari at skate’a í Føroyum. Hóast skating er vaksandi, eru umstøðurnar enn ikki nøktandi, sambært skate’arum. Føroyska veðurlagið og illa farnu rampurnar kring landið ger tað trupult at skate’a, og nú verður rópt varskó. Røddin hevur í hesum sambandi prátað við 24 ára gamla skate’aran, Dagfinn Váðklett úr Klaksvík.

 

 

Áhugin byrjaði í ungum aldri

 

 

Tá tveir danir komu til Klaksvíkar at byggja rampuna í 2004, byrjaðu fleiri at skate’a og rulluskoyta, harímillum Dagfinn. Beiggin, ið rulluskoytaði kveikti áhuga hansara, og ikki nógv tíð gekk, áðrenn hann fekk sítt egna skateboard úr Bretlandi. Dagfinn greiðir frá, at fleiri, sum hann skate’aði við í 2004 eru givin, men sjálvur hevur hann aldri mist áhugan fyri skating, hóast onnur góvust.

 

 

 

 

”Føroyingar kenna lítið til skating.”

 

 

Ein øðrvísi ítróttagrein

 

 

Skating er ikki eins og aðrar ítróttagreinar, og verður ikki virðismett á sama hátt sum aðrar ítróttagreinar. Fótbóltur fær nógvan ans í Føroyum, tí fleiri íðka fótbólt, men tað er øðrvísi við skating, sum er ein sjálvstøðug ítróttagrein. Hann greiðir frá, at føroyingar kenna lítið til skating, sum er ein fræls ítróttagrein, ið er lítið knýtt at reglum. Vátliga veðurlagið í Føroyum ger tað trupult at íðka, og tískil sær man ikki so nógv til skating í Føroyum, leggur hann afturat.

 

 

 

 

”Umstøðurnar eru ikki nøktandi”

 

 

Torført at íðka í Føroyum

 

 

Umstøðurnar í Føroyum hava við sær, at tað er trupult at skate’a, greiðir hann frá. Umstøðurnar eru ikki nøktandi, og tað er ógjørligt at skate’a, tá tað er vátt. Tað regnar nærum altíð í Føroyum, og hetta hevur við sær, at ein má leggja alt til rættis eftir veðrinum, sigur hann læandi.

 

 

Ynskiligt er at fáa eina innandura høll, ið hevði gjørt tað lættari at íðka, og hevði harafturat kveikt størri áhuga. Hann greiðir frá, at tað nýtist ikki at vera eitt kostnaðarmikið projekt, og at hann hevði verið nøgdur, um hann fekk turrar umstøður og eitt hampiligt høli at íðka í. Spurdur um, hví hann heldur, at lítil dentur verður lagdur á skating, sigur hann, at ítróttagreinin er ov fremmand fyri flestu føroyingar

 

 

 

 

Vaksandi áhugi og bjartskygni

 

 

Dagfinn greiðir frá, at tað kundi kennast eitt sindur einsligt at skate’a fyrr, men varnast at áhugin veksur støðugt. Í dag er lættari at fáa fatur á útgerð í Føroyum, eitt nú í Útilív, har hann fær alt honum tørvar. Harafturat er eitt skatefelag stovnað, og skipað verður fyri fleiri tiltøkum og kappingum í mun til fyrr. Hóast hann er ónøgdur við dagsins umstøður, er hann bjartskygdur, og vónar, at størri dentur verður lagdur á skating í framtíðini, nú fleiri eru byrjað at skate’a.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.