Danny and the Veetos: Vegurin fram er "gayety"

Danny and the Veetos: Vegurin fram er "gayety"
Danny and the Veetos hava skapt sær eitt navn í Føroyum seinasta árið. Nú er uppá tíðina at fáa navnið út um oyggjarnar, heldur Danny Baldurson.
10.02.2018 - 18:08

 

 

Teir fara at taka inspiratión frá Føroyum við sær út í heimin. Men teir skriva ikki traditionellan føroyskan tónleik, sum ofta er tungur og hevur undirtónar av tí ógvusliga føroyska veðrinum. Teir vilja gera fólk glað, og teir gera hetta við at taka alt tað góða við sær, sum Føroyar eisini hevur at bjóðað. Sum Danny skrivaði í einum nýggjum sangi hjá honum: ”vegurin fram er nokk Gayety, tað merkir state of happiness”

 

Facebook síðan er á enskum, helvtina av fløguni er á enskum og teir spæla konsertir uttanfyri Føroyar. Heimurin er opin, og teir eru til reiðar at traðka út í hann.

 

Lagt til rættis: Katrin Joensen-Næs

Filmað og klipt: Leo Lávík

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.