- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein vika sum veganari
Vit vit tað øll.
Kjøt er ikki gott fyri okkum. Mat ídnaðurin er forbannað óetiskur, og heimurin hevði sikkurt verið eitt betri stað, um vit øll steðgaðu við at útnytta djór. Men heldur enn at prædika um, hvussu gott tað er fyri kroppin og náttúruna at vera veganari, so fari eg heldur at skriva um mína viku frá einum meira pragmatiskum vinkli.
Fyri at vera heilt erligur, so hevði eg ógvuliga góðar treytir, tí mamma var eisini við uppá at royna at eta veganskt. Tað vil siga, at eg slapp undan at gera mín egna døgurða, sum eg veit, at nógvir ungir veganarar mugu gera sjálvir.
Veganskur kostur loyvir ikki at eta nakað, ið er framleitt av djórum. Tað vil siga kjøt, mjólkavørur og egg. Tað ringasta við veganara kosti er, at eg kki kann eta ost ella egg. Tí eg havi einki ímóti ikki at eta kjøt, eg eti ofta vegetar mat sum ein sandwich við mozzarella og avokado ella ein rosti burgara. Men uttan ost ella egg, so verður alt eitt sindur turt, og mann situr bara eftir við tankanum “um bara eg hevði kunnað koyrt eitt sindur av osti í”.
Men tað vil ikki siga, at allur maturin er sum at eta papp. Yndis rætturin frá hesari vikuni var ein simpul pasta sós.
Stoktur leykur, hvítleykur, courgetta og piparfrukt. Blenda tað saman við mandlumjólk og so aftur á pannuna saman við grønmetisbuljong, salt og pipar. Ógvuliga simpult, men smakkar fantastiskt saman við pasta. Og pasta generelt, mann slær ongantíð feil við einum pastasalati.
Smoothie eru eisini øgiliga góðir og kunnu saktans gerast veganskir. Har er so nógv ymisk, mann kann koyra í, so tað verður mann aldrin troyttur av. Det Veganske Politis Sekretariat hevur eina heila seriu við ymiskum smoothies, mann kann gera.
Ein tummilfingraregla tá tað kemur til veganskan mat er at halda seg frá veganskum mati, sum roynir at smakka sum vanligur (óveganskur) matur, tí mann veit, hvussu tað eigur at smakka, so alt annað verður bara skuffandi. Men har eri eg ikki heilt samdur, tí til dømis smakka veganskar chicken nuggets genialt. Men eg royndi eitt slag av veganskum kjøti, sum smakkaði sum eitt kryddað og kókað bildekk. So eg haldi ikki, at tað er so svart og hvítt.
Sum veganari verður mann noyddur at steðga upp og lesa, hvat tað er, mann koyrir í kroppin. Hetta eri eg slettis ikki vanur við, tí vanliga hugsi eg ikki um, hvat er í matinum. Eg hugsi meira um, hvussu tað smakkar. Og eg bleiv ógvuliga kløkkur av nógvum vørum, sum mann annars ikki hevði mjólk í. Til dømis fæst ostur í pesto, men mann smakkar ikki mun á vanligum pesto og veganskum pesto.
Hesa vikuna noyddist eg at venja meg við ein heilt annan máta at vera mettur á. Aftaná eg havi etið ein kempi búff, so følir eg meg altíð troyttan, og sum um eg eri við at eg eri við at bresta. Men aftaná eina veganska máltíð, føli eg meg ongantíð ordiliga mettan, men eg klári ikki at ikki eta meira. Á ein máta sokkar tað at fara frá døgurðaborðinum ónøgdur, men tað kann eisini vera frískligt ikki at enda í food-koma aftaná døgurðan.
Annars eigur kjøt ídnaðurin ein stóran part av global upphitingini, men alt eg veit er, at eg havi latið út nógv fleiri vakstrarhúsgass enn vanligt.
Men yvirhøvur haldi eg, at tað var ein góð uppliving, sum øll burdu roynt. Eg vænti ikki, at øll fara at blíva veganari. Eg veit, at eg ikki bleiv, men kanska opnar tað eyguni fyri ymisk alternativ til kjøt. Næstu ferð eg fái mær pastasalat, fari eg heldur at brúka veganskt pesto enn cream-fraiche dressing, og næstu ferð eg geri smoothie, so fari eg heldur at brúka mandlumjólk enn vanliga mjólk. Fyri nógv er tað kanska nokkso nógv at fara fullkomiliga “kold tyrker”, men um mann byrjar við at eta veganskt minimum einaferð um vikuna, so kann mann taka tað harfrá. Um øll eta veganskt einaferð um vikuna, so kunnu vit drastiskt minka um CO2 útlát, men nú fari eg at steðga mær sjálvum, áðrenn eg byrji at prædika.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |