-Eg føldi meg feita á pallinum

-Eg føldi meg feita á pallinum
Hvat hendir við luttakarunum, tá ein fitness kapping er liðug? Jessica Hallursdóttir fekk etingarólag aftaná hon hevði verið við í Fitness Føroyar. Les um hennara søgu
22.05.2018 - 19:14

Skrivað hevur: Rannvá Dahl Hanusson

 

21 ára gamla Jessica Hallursdóttir gongur á HF í Hoydølum og hevur sína egnu fyritøku sum online coach. Í mai 2017 stillaði hon upp til fitness kappingina “Fitness Føroyar”.  Kappingin er ein ekstremur ítróttur, sum setur stór krøv til lívsstíl sum kost, venjing og mentala styrki. Líkasum hjá fleiri øðrum, sum hava stillað upp til fitness kappingar, stríddist Jessica við etingarólagi aftaná kappingina.

 

Ein krevjandi kapping og ein lívsstílur, sum ikki passar til

 

Jessica hevur ongantíð havt eitt serliga gott forhold til mat.

 

-Eg havi altíð verið tann gentan, sum altíð var á slankikur. Eg kundi tapa meg tíggju kilo fyri síðani at taka alt uppá aftur beinanvegin, sigur Jessica.

 

Jessica visti ikki, hvørji krøv hon veruliga segði ja til, tá hon valdi at stilla upp. Fyrsta kostætlanin var ikki so strang, so hon helt, at tað bilaði ikki at snýta eitt sindur.

 

-Eg var við, tá hini keyptu pizza. Eg vandi ikki nóg nógv, tí eg hevði annað at gera. Men eg fekk ikki úrslitini, sum eg hevði væntað, og knappliga skuldi eg tapa meg nógv. Tað legði stórt press á meg, sigur Jessica.

 

 

Binge eating var ikki ein nýggjur trupulleiki

 

Eftir kappingina tók Jessica nógv uppá og fekk etingarólagið “binge eating”. Tað er, tá ið mann etur í stórum mongdum og ikki dugir at steðga.

 

-Eg át við skomm. Matur var loysnin til alt, meðan eg át, men aftaná fekk eg tað ringt. Men tá eg bleiv svong aftur, át eg meira. Soleiðis koyrdi tað sum ein ónd ringrás, sigur Jessica.

 

Hon visti longu, at hon hevði trupulleikar, meðan kappingin var ígongd. Hon hevði innímillum nakrar binge episodur upp til kappingina. Tí byrjaði hon at ganga til psykolog og matmentor beint eftir kappingina.

 

-Hinar genturnar ótu eina cookie for nógv. Eg át tíggju cookies og eina sjokoláta plátu. Eg kundi eta 10.000 kaloriur ein dag uttan at hugsa um tað. Tað var heilt svakt, sigur Jessica.

 

Hon vildi ikki vísa seg millum fólk – ikki eingongd fyri mammu síni, tí hon hevði tikið so nógv uppá. Hon gavst at venja og vildi ikki byrja aftur í skúla. Instagram brúkarin, @JessicaFitnessica, sum hon brúkti at vísa úrslitini upp til kappingina, lá stillur í langa tíð.

 

-Eg helt, at tað var eitt stórt problem, at eg tók uppá. Eg hugsaði altíð, hvat onnur hugsaðu. Men tey leggja ikki í. Tað var bara í mínum høvdi, sigur Jessica.

 

Ein rættur hugburður gevur góða kapping

 

Sjálvt um Jessica fekk stórar trupulleikar aftaná fitness kappingina, so hevur hon einki ímóti slíkum kappingum og tímir at stilla upp aftur. Kappingin hevði ógvusligar avleiðingar fyri hana, tí hon hevði tað ikki gott áðrenn.

 

-Eg føldi meg feita á pallinum, sjálvt um eg var í besta formi. Dómararnir døma alt frá, hvør hevur bestu reyv, smalastu miðju, hvussu kløn tú er og flottastu musklar, sigur Jessica.

 

 

Hon heldur, at tað hevur týdning, at stilla upp til fitness kappingar av røttum grundum. Tað handlar um at síggja best út, so kropsfatan og forholdið til mat má vera gott. Annars verður tað bara verri aftaná.

 

Í lagi at liva við binge eating

 

Jessica stríðist enn í dag við binge eating, men dugir betur at stýra tí. Psykologurin hevur hjálpt nógv. Tað hjálpti at tosa um tað og skilja, hví hon fekk etingarólag og er meira tilvitað um binge eating.

 

Hon væntar ikki, at binge eating fer vekk, men hon hevur lært at góðtaka, at tørvurin er har. Beint nú roynir hon at fylgja einari kostætlan, men setur ein snýtidag inn.

 

-Tað er lættari fyri meg at halda meg til eina kostætlan, tá eg veit, at eg havi ein dag, har eg kann eta tríggjar pizza’ir, um eg havi hug. Eg havi tørv á tí, sigur Jessica.

 

Royndirnar kunnu brúkast at hjálpa øðrum

 

Jessica hevur fyri stuttum stovnað fyritøkuna JessFitness, har hon ger venjingarprogramm og kostætlan til onnur. Hon er online venjari, sum merkir, at hon er ikki við til venjingarnar hjá sínum kundum, men altíð fylgir við online.

 

-Summi halda kanska, at tað er løgið, at eg gevi kostráð og venjingarprogramm, tá eg ikki sjálv eri í besta formi. Men eg havi verið ígjøgnum nógv og kann brúka mínar royndir til at hjálpa øðrum, sigur Jessica.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.