Ekstra Bladet snýtir burkaforboð í Danmark
1.august 2018 verður tað ólógligt at ganga í burka og niqab alment. Men Ekstra Bladet hevur funnið útav, hvussu mann kann “snýta” lógina
28.06.2018 - 18:45

Skrivað hevur: Rannvá Dahl Hanusson

 

Fólkatingið í Danmark hevur viðtikið eina nýggja lóg, sum forbjóðar fólkum at dekka andlitið í almenna rúminum. Tað merkir, at tað er forboðið at ganga í m.a. burka og niqab. Bótin fyri at bróta lógina er 10.000 kr.

 

Men í lógini er eitt hol. Tað er ólógligt at dekka andlitið uttan so at tað “tjener et anerkendelsesværdigt formål” Tað vil siga, at um mann dekkar seg við einum turriklæði, tá tað er kalt úti, er loyvt at dekka andlitið ella tílíkt.

 

Ekstra Bladet hevur gjørt eitt event á facebook, sum eitur “Danmarks længste maskebal”. Tey bjóða til eitt maskuball, sum byrjar 1.august 2018 – tá lógin kemur í gildið - og endar, tá ið burkaforboðið endar. Tað merkir, at um onkur meldar seg til, so hevur persónurin “et anerkendelsesværdigt formål” og kann tí ganga við burka ella niqab.

 

Les eisini um Káru, sum royndi seg við hijab í tríggjar dagar her.

 
 

 

 

Kropsfatanistar - Vit mugu bróta eitt tabu Tað er nógv ting vit tosa lítið um og so er tað summi ting vit slett ikki tosa um. Her hevur Røddin gjørt samrøðu við Signhild og Sunnvá sum á...
Yvirlit: tiltøk, konsertir og sjónleikir næstu tíðina
Føroyskir skiftisnæmingar - dreymurin um tí stóru verð
Alt tú skalt vita, áðrenn tú byrjar miðnám Tíðin er komin har gamlir vanar vera lagdir til síðis og alt broytist.
Video: Magnus fer sunnudagin til Portugal at sparka fótbólt 18 ára gamli Magnus Holm, sum hevur gjørt um seg bæði á ungdóms landsliðinum og besta liðnum hjá B36, tekur nú næsta stigið í hansara fótbóltskarieru...