Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G!

Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G!
Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum hildu um konsertina
12.07.2018 - 20:58
Skrivað hava Rannvá Dahl Hanusson og Róar Mørkøre Hansen

Jóhanna og Fróði

- Vit vórðu skuffað av konsertini. Hann dugdi ikki at fáa lív í, og hann spældi alt for róligt. Tá hann spældi hittini hjá sær, var tað ikki originalurin. Tað var ein akkustisk útgáva av sangunum, halda Jóhanna og Fróði

 

Tey bæði hildu, at Swangah var nógv betri. Teir vóru við uppá tað og dugdu at fáa publikum við.

 

Samanumtikið hildu tey, at konsertin var fín, men tey vóru bæði skuffað av henni.

 

Rakul

 

- Konsertin var fantastisk! Eg gleddi meg ordiliga nógv til konsertina og hann leveraði tað, hann skuldi, sigur Rakul.

 

Hon hevði ikki gjørt sær nakrar stóran vænatnir, men tað, hon kom til, var ordiliga gott. Hann hevur øgiliga pena rødd og dugdi væl at syngja, heldur hon.

 

 

Sólrun og Rakul

-Vit vildu bara hoyra teir tveir sangirnar, sum vit hava hoyrt í útvarpinum. “Skins” og “Human”. Sjálvandi skal hann spæla frá nýggju fløguni hjá sær, men eftir ein tíma var tað eitt sindur rotið at lurta eftir, siga Sólrun og Rakul

 

Tær halda, at tað var eitt gott høvuðsnavn, men tær glaða seg allarmest til tað føroyska og sangirnar, sum tær kenna.

 

Hilda, Súsanna, Kristin, Petur, Silja, Anja og Tóki

- Hann sokkaði. Vit vóru øgiliga skuffað. Har vóru trý kend løg, sum vit gjarna vildu hoyra, men hann spældi bara tvey av teimum, halda tey flestu av bólkinum.

 

Tey gleddu seg øll nógv at hoyra Rag’n’Bone Man, og summi vórðu so skuffað, at tey fóru avstað áðrenn konsertin var liðug.

 

Tó hildu nakrar av gentunum, at konsertin var ordiliga góð og hildu, at hann dugdi væl at syngja. Tær blivu ikki skuffaðar og skilja ikki, hví hini blivu so skuffað.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.