Hevði tú yvirlivað G! festivalin í einum pappkassa?
Til G! festivalin 2018 bar til at keypa sær papptjald í staðin fyri eitt vanligt. Barbara Dahl McBirnie keypti saman við vinkonuni eitt papptjald
17.07.2018 - 17:14
Skrivað hevur: Rannvá Dahl Hanusson

 

Barbara og vinkonan keyptu ikki papptelt til at sova í, men brúktu tað at goyma tingini hjá sær. Fyrsta upplivingin var fín, har var einki ljós í teltinum, men tað var fínasta slag, heldur Barbara. Hon svav í teltinum einaferð í nakrar tímar.

 

-Tað var øgiliga kalt, tí har eru smá hol í tjaldinum. Hurðarnar kunnu ikki latast ordiliga aftur, og tað ber ikki til at lata vindeygað aftur, um tað er latið upp einaferð. Tí kemur vindurin inn gjøgnum vindeygað, sigur Barbara

 

Eitt vatntætt tjald, sum ikki yvirlivir vatn

 

-Tey lýstu við at tjaldið er vatntætt. Men eg hevði hoyrt frá fleiri, sum høvdu papptelt á G! í fjør, at tað passar ikki. Eg valdi allíkavæl at hava álit á at tey eru vatntøtt, tí tey hava lýst við tí aftur í ár, sigur Barbara.

 

Fríggjakvøldið, 13.juli á G! festivalinum oysti regnið niður. Hon fekk at vita, at tjaldið var dottið saman og fór til teltið skjótast gjørligt.

 

-Teltið hjá mær var farið við vindi og vatni. Vaktirnir høvdu koyrt tað burtur og latið míni ting ligið á bønum. Eg misti mínar buksur, troyggju og alt alkoholið. Tað var alt burtur, sigur Barbara.

 

Samanumtikið heldur Barbara, at pappteltini eru fín, um mann ikki ætlar sær at sova í teimum og tað ikki regnar.

 
 

 

 

Alt tú skalt vita, áðrenn tú byrjar miðnám Tíðin er komin har gamlir vanar vera lagdir til síðis og alt broytist.
Video: Magnus fer sunnudagin til Portugal at sparka fótbólt 18 ára gamli Magnus Holm, sum hevur gjørt um seg bæði á ungdóms landsliðinum og besta liðnum hjá B36, tekur nú næsta stigið í hansara fótbóltskarieru...
Lopfjølin fyri ungar íverksetarar Hugskotið hjálpir tí unga íverketaranum at koma í gongd. Sóley Heradóttir Hammer og Jóannes Huusgaard á Fløtti greiða frá hvat Hugskotið er.
Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...