Kropsfatanistar - Vit mugu bróta eitt tabu

Kropsfatanistar - Vit mugu bróta eitt tabu
Tað er nógv ting vit tosa lítið um og so er tað summi ting vit slett ikki tosa um. Her hevur Røddin gjørt samrøðu við Signhild og Sunnvá sum á sosialum miðlum deila ting vit vanliga ikki deila.
21.09.2018 - 17:28



- Eg eiti Sunnvá, hetta er Signhild, og vit eru KROPSFATANISTAR. Soleiðis byrjaði samrøðan við ungu kropsfatanistunum. Tær báðar eru 18 ár og ganga í student. Tí seinastu tíðina hava tær verið í holt við eina rørslu, sum tær kalla “Kropsfatanistar”. Hetta hava tær gjørt við at stovna ein instagram-vanga við sama heiti. Um tú googlar heitið, so finnur tú einki, tí tær hava nemliga sjálvar funnið uppá navnið.

 

- Fyrst hugsaðu vit kropsfatan, men tað var for basic. So komu tær í tankar um eina inside joke, har tær vóru “satan” og vinfólkini vóru “satanistar”. So skrivaðu vit satanistarnir, men hugsaðu, neiiii, sigur Sunnvá. Tær funnu aftur til heitið kropsfatan, men tær vildu ikki bara skriva um kroppin, so tað endaði við “Krops-fatanistar”. Tað, sum tær serliga dámdu við hesum, var, at bæði tær og teirra fylgjarar kunnu definera týdningin av orðinum.

 

- Tað var ætlað til okkum sjálvar, tí vit vóru so langt niðri

Alt hetta við kropsfatanismu kom, tí tær í longri tíð høvdu lagt merki til, at tað manglaði ein slíkur pallur í Føroyum. Tær vildu ikki bara viðgera evni ”Body-positivity”, men tær vildu eisini nerta við sálarheilsu. Bólkurin var als ikki ætlaður til nakran ávísan málbólk, men bara sum ein pallur fyri okkum sjálvar, siga tær. Ein pallur, har man kundi dyrka seg sjálvan og stuðla seg sjálvan.

 

- Eg føli meg ikki einsamalla samstundis sum, at tey heldur ikki føla seg einsamallan, sigur Signhild, sum í longri tíð hevur haft nógvar sjálvsálitistrupulleikar.

 

Tað eru alsamt fleiri, sum kontakta tær á Instagram-brúkarinum. Tær fáa sera nógva afturmeldingar, og alt er positivt, sigur Signhild. Tað eru eisini nógv ymisk fólk, sum skriva til tær. Nógv hava somu trupulleikar sum tær, meðan onnur hava aðrar og øðrvísi trupulleikar. Hetta er teirra drívmegi, tí nú føla tær, at fólk faktisk lurta eftir teimum. Eisini hava tær fingið eyguni upp og síggja, at tað eru nógv fleiri ung, sum hava tað ringt mentalt, og tað eru nógv fleiri, enn vit halda.

 

 

 

 

- Eitt tabu, sum ikki burdi eksisterað

Tá tær gingu í fólkaskúla, føldu tær seg púra einsamallar. Vantandi kunning um sálarliga heilsu gjørdi, at tær at føldu seg “býttar”. Tær vistu ikki, hvat tær skuldu gera, ella hvønn tær skuldu fara til við teirra trupulleikum. Um tær fóru til heilsusysturina, fingu  tær bara eina tablett og eitt lítið prát. Um tær fóru til foreldrini, so fingu tær bara at vita, at tað var “typiskt” fyri tannáringar “humørsvningningar”. Tær halda, at eisini foreldur burdu verið nógv meira kunnað fyri tekin um tunglyndi ella etingarólag hjá børnum sínum. - Tað er eitt sjúkt tabu, sum ikki burdi eksisterað, sigur Sunnvá.

 

 

- Tí at vit eru eitt lítið samfelag, sum skal vera so gott, so er tað nátúrligt, at tað eru summi ting, vit als ikki tosa um - sum til dømis sálarsjúkur. Man verður ikki hoyrdur, men skumpaður til síðis. Tað er ikki fyrr, enn tað gongur heilt galið, at man kanska fær hjálp, siga tær.

 

Sjálvt foreldrini søgdu tað ikki við nakran, tí tey vistu ikki, hvat ella hvussu tey skuldu siga, at dóttir teirra var innløgd, sigur Sunnvá, sum stutt síðani var innløgd fyri aðru ferð vegna angist og tunglyndi. Tá fólk so við og við fingu at vita, at hon hevði verið innløgd, so vóru tey meira  akward næstu ferð, hon møtti teimum.

 

 

- Tey tora ikki at tosa við meg, ella behandla tey meg sum eitt barn, sigur hon.

 

 

 Ymiskar trupulleikar, men bæði eru tabu

Hóast tær hava hendan felags pallin, so eru trupulleikarnir sera ymiskir. Sunnvá hevur angist og tunglyndi, meðan Signhild hevur trupulleikar við kropsmyndini og sjálvsálitinum. Signhild hevur verið yvirvektig alt lívið, men fyri hana hevur vektin als ikki verið ein trupuleiki. Tað var ikki fyrr enn øll hini hugdu skeift uppá hana, at hon byrjaði at føla seg skeiva. Ofta, tá hon fór til læknan fyri eitt hvørt, fekk hon bara at vita, at hon skuldi tapa seg. Eisini hoyrdi hon ofta fólk siga við mammu hennara: Tú veist væl, at dóttir tín er yvirvektig, ha?

 

 

- Sjálvandi veit eg, hvussu eg síggi út, sigur Signhild. Hon skilur ikki, hví tað skal vera so løgið at viga for nógv, og hví fólk ofta knýta tað til okkurt negativt, tí tað merkir ikki, at hon er ljót. - Man kan saktans vera yvirvektigur og vakur, siga tær báðar avgjørt.  

 

 

Eisini er tað ein sera stórur trupulleiki at finna klæðir til yvirvektig fólk í Føroyum. Um Signhild skal finna okkurt stórt, sum samstundis er kul, so má hon næstan altíð bíleggja á netinum, og sum oftast er tað eitt ”hitt or miss”. Hetta fær meg at føla meg totalt skeiva, tí hví skal eg bíleggja ella ferðast fyri at finna okkurt, sum mær dámar, tá onnur kunnu fara ein túr í SMS?

 

 

 

 

- Um eg kann siga tað fyri 200 fólkum, kann eg eisini siga tað við systir mína

 

Báðar eru einigar um, at Instagram-profilurin hevur styrkt tær nógv. Enn hava tær nógv at arbeiða við, men tað er eisini ókey. Júst sum øll onnur, so hava tær bæði ringar og góðar løtur. Øll hava ringar løtur, summi hava bara meira enn onnur. Tað er eisini gott, at tær hava fríheitina at leggja alt út á brúkaran - bæði tá tað gongur teimum ímóti, og tá tær fáa viðgongd. Soleiðis kunnu fleiri fólk kenna seg aftur og onkursvegna ikki føla seg einsamallan.

 

 

Tær eru eisini samdar um, at tað kom okkurt gott burturúr tí ringa. Sosialir miðlar kunnu gagna okkum líka nógv, sum teir kunnu skaða okkum, sigur Sunnvá. Um vit ikki kundu spreiða okkara boðskap á hendan hátt, so høvdu tað kanska verið nógv ung, sum framvegis høvdu følt seg einsamallan, leggur hon afturat. 

 

 

Síðani Instagram-vangin varð stovnaður, hevur tað eisini verið lættari hjá teimum at greitt avvarðandi samt vinfólki um teirra støðu.

 

- Um eg kann siga tað við 200 fólk, so kann eg eisini siga tað við systir mína, sigur Sunnvá. Men man kennir seg ógviliga naknan at posta fyri 200 fólkum - serliga í Føroyum, tí man møtir teimum næstan altíð í veruleikanum. Spurdar framtíðarætlanir svaraðu báðar, at tær ikki høvdu nakra ávísa ætlan, uttan tað at ”koma út” og testa teirra egnu grensir. Allíkavæl siga tær, at tað hevði verið feitt, um okkurt stórt kom burturúr.  

 

- Tað besta, man kan gera, er at tosa um tað og blíva við at tosa um tað, og tá vit eru troytt av at tosa um tað, so skulu vit tosa eitt sindur meira um tað.    

 

- Elskið tykkum sjálv!

 

Heilsan, Kropsfatanistarnar

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.